Pliktsigur til Mjølnir

ÍF-Mjølnir 1-3 (26-24, 12-25, 22-25, 21-25)

Sum væntað vann Mjølnir móti ÍF, men fuglfirðingar taka seg fram fyri so at siga hvønn dyst

 

Flogbóltur


Mjølnir fekk tann kravda sigurin móti ÍF leygardagin, men dysturin vísti eisini, at ÍF-liðið hevur tikið seg fram síðani kappingin byrjaði, og at liðið sum einki kann hótta hini, tá tað liggur væl fyri.

Mjølnir vann 3-1, og tað var væntað. Men Bartal Eliasen úr ÍF heldur, at tað ikki vantar nógv í, áðrenn ÍF fer at vinna sín fyrsta dyst í kappingini.

ÍF hevur í ár fleiri nýggjar og blaðungar leikarar á liðnum, og tað tekur sjálvandi sína tíð at venja teir við flogbólt í meistaradeildini, men tað kemur. ÍF bleiv føroyameistari í fjør, men hevur síðani mist nógv fólk, og í ár er endamálið at leggja lunnar undir eitt nýtt lið, sum kann gera seg galdandi í mong ár framyvir.

- Móti Mjølni sást, at teir ungu leikararnir enn ikki hava tað sjálvsálitið, sum er neyðugt, men tað sást eisini, at teir mennast. Leygardagin var tað eisini onkur av teimum eldru, sum ikki spældi heilt upp til sítt besta, og tað merktist í spælinum, sigur Bartal Eliasen, sum tó ikki ivast í, at fyrsti sigurin hjá ÍF í kappingini ikki er langt burturi.

Og sjálvt um ÍF, sum nú hevur spælt allar sínar dystir í grundspælinum og hevur tapt allar, enn einki stig hevur fingið í kappingini, og tað eru seks stig upp til næsta liðið, so sigur Bartal, at málið er ikki at vera aftast, tá kappingin liðug. Og um liðið heldur fram við menningini, sum tað hevur havt higartil í vetur, kann tað koma aftur um brekku hjá hinum fýra liðunum 700)í deildini at undirmeta ÍF.