Kenneth Plummer hevur í dag lagt frá sær sum aðalstjóri í danska kringvarpinum eftir at hava røkt starvið í fimm ár. Kenneth Plummer sigur, at hann hevur verið ov opinskáraður og at hann hevur sagt ymiskt, sum hann átti at havt fyri seg sjálvan.
-Hetta er eitt stórt mistak, og tí havi eg tikið avleiðingarnar, sigur hann við DR.
Aðalstjórin kom í eitt rættiligt ódnarveður, tá tað kom fram, at hann gav einum blaðmanni nøvnini á teimum, sum søktu aðalstjórastarvið, tá hann bleiv settur fyri fimm árum síðani. Blaðmaðurin var í ferð við at skriva eina bók um aðalstjóran, og aftur fyri upplýsingina um hini stjóraevnini skuldi blaðmaðurin ikki skriva nakað um privatlívið hjá aðalstjóranum.
Michael Christiansen, sum er formaður í stýrinum fyri DR, sigur í einari viðmerking, at hann skilir avgerðina hjá aðalstjóranum, men hann sigur seg harmast um at missa ein so dugnaligan leiðara.