Polar Princess 300 tons í tríggjar vikur

Polar Princess kom á Havnina í kvøld, teir hava 300 tons í flaki, sum teir fiskaðu í tríggjar vikur. Polar Princess hevur roynt í norskum sjógvi í Barentshavinum, fyrst royndu teir eftir hýsu vesturi í Kantinum millun 71 og 72 stig N., teir seinastu 10 dagarnar vóru teir á Røstbankanum, har teir fiskaðu tosk og hýsu.

Polar Princess bunkrar olju í Havn í kvøld, í morgin skulu teir leggja veiðuna upp í Kollafirði.

Manningin taldi 33 mans, harav eru 9 føroyingar, skipari er Jógvan L. Gregersen.