26 løgtingsmenn hava skrivað undir eina áheitan, har teir biðja leiðsluna í Kringvarpinum seta endursendingina av morgunlestrinum aftur á skánna. Tað elvdi til drúgvt og hart orðaskifti, tá Bjarni Djurholm og Jógvan á Lakjuni, løgtingsmenn í dag settu Helnu Dam á Neystabø munligan fyrispurning um morgunlesturin í útvarpinum, sum ikki longur verður endursendur beint fyri kl 10 á morgni. Tingmenn noyddu Helenu Dam á Neystabø at siga sína hugsan, sum var, at hetta var ein skeiv avgerð hjá Kringvarpsleiðsluni.
- Tað hevur vakt stóran ans og miklan harm kring landið, nú Kringvarp Føroya hevur tikið tað óskiljandi avgerð at taka endursendingina av morgunlestrinum í útvarpinum av skránni, og mongd av fólki hava saman við Kristiligum Lurtarafelag, Føroya Biskupi og Fólkakirkjuni vent sær til Kringvarpið við áheitan um at fáa hetta aftur á skránna, skriva løgtingsfólkini í sínum skrivi til Kringvarpið.
- Undirritaðu løgtingsmenn úr øllum flokkum á tingi fara við hesum inniliga at heita á stjóran og programmleiðsluna í Kringvarpinum um at vísa øllum hesum áheitanum ta virðing at seta endursendingina av morgunlestrinum á skránna hjá útvarpinum aftur beinanvegin.
Tingfólkini, sum hava skrivað undir áheitanina, eru:
Bjarni Djurholm
Alfred Olsen
Kári P. Højgaard
Heini O. Heinesen
Andrias Petersen
Bill Justinussen
Jógvan á Lakjuni
Helgi Abrahamsen
Kári Petersen
Heðin Zachariassen
Annita á Fríðriksmørk
Eyðgunn Samuelsen
John Johannesen
Rodmundur Nielsen
Karsten Hansen
Edmund Joensen
Anfinn Kallsberg
Bjørn Kalsø
Poul Michelsen
Mikkjal Sørensen
Tórbjørn Jacobsen
Jaspur Vang
Jákup Mikkelsen
Gerhard Lognberg
Vinjard Johansen
Marjus Dam