Sum siðvenja er, er snartelving á skránni í sambandi við Politiken Cup. 80 telvarar settu stevnu hóskvøldið til Politken Cup Snar 2008. Og sjálvsagt vóru unglingarnir úr Føroyum til dystin fúsir. Tað er jú ikki á hvørjum degi, at høvið býðst at møta sera sterkum telvarum við talvborðið. Telvað verður við 5 minuttum í part til talvið.
Kappingin varð skipað í 8 bólkum a 10 telvarum, har síðani 2 teir bestu úr hvørjum bólki rukku semifinaluna. Tað var um reppið - og útrokningar vórðu neyðugar - at Hjalti T. Jógvansson ikki rakk semifinalubókin. Torkil Nielsen var í somu støðu, men eitt vet lakari, sum innibar, at Hjalti telvdi í bólkinum fyri bestu 3-ararnar og Torkil fyri bestu 4-ararnar.
Eitt deilt 3-pláss til Hjalta í miðrundini ímillum bestu 3-ararnar, frá innleiðandi, innibar samanlagt eitt frálíkt úrslit (nr.19/20 av 80) - ikki minst við atliti at mótstøðuni.
Herborg Hansen gjørdist nr. 1 fyri bestu 8-ararnar og Høgni E. Nielsen nr. 2 í sama bólki, skrivar www.faroechess.com