??Síðstu tíðina havi eg hitt veljarar, ið hava frætt, at mvg’ið skal hækkast, at lønarvøkstur skal strikast, at rentustuðul til vanlig sethúsalán skal lækkast, at minstuløn skal lækkast, at pensjonistar skulu missa enn meira og so framvegis.? ?Hvat av hesum verður veruleiki, veit eg ikki at síga teimum, tí nú útreiðsluhækkingarnar eru samtyktar, er um at gera, at tingið ikki má koma saman. Var nakar dugur í, jo so fingu vit munnligar fyrispurningar á skrá og fingu greiðu á, hvørjar plágur skulu regna yvir Føroya fólk í næstum.? ?Í hjørtum teirra býr autoritetstrúgv?Meginandstøðan meldaði út henda dagin ígjøgnum tingbólkaformann sín, at Tjóðveldi sum undantak fer at seta fólkið fyrst og lata floksins endamál víkja. Nú var eg av teirri fatan, at burtursæð frá sp/f Fólkaflokkinum vóru allir flokkar í Føroyum stovnaðir uppá tað felags besta, men eru bert ósamdir og hvat og hvussu. Men Tjóðveldi hevur nú tann politikk, at ger samgongan óproduktivar samferðsluíløgur, ja so skal Tjóðveldi eisini vísa á sínar óproduktivu íløgur, ger samgongan óskipaðar sparingar, jo skal Tjóðveldi eisini vísa á onkran tilvildarligan niðurskurð.? ?Samstundis hoyra vit, hvussu Føroyar verða stýrdar ‘live’ í útvarpinum. Rósa Samuelsen, ið loyalt hevur spart eftir boðum frá Jóannesi Eidesgaard, kann fáast til at broyta einhvørja avgerð fyri opnari mikrofon, um bert útvarpið kemur við málinum. Hans Pauli Strøm kunnger, at tá ið hinir landsstýrismenninir tilsamans hava yvirtrekt meira enn hann, so gongur hann fríur! Sjálvt um politikarar altíð hava sagt “hoppa og renn!” við veljaran, so hevur Hans Pauli í hesum døgum lyft tað upp í heilt nýggjan potens. Hvørki fíggjarmálaráðharri, løgmaður ella formaður í landsstýrismálanevnd gera nakað við málið – tí stýrisskipanin kann broytast í beinleiðis tíðindasending.? ?Far aftast í raðið!?Í kenda táttinum hjá Tonglatummasi um Johan Nielsen siga teir Marx og Engells: “far aftast í raðið Johan.” Vit í andstøðuni fingu í síðstu døgunum áðrenn tingsteðg hesa generøsu innbjóðing: Vit kundu sleppa at seta tær allarniðastu undirskriftinar á rentustuðulslækkanina – eftir at fíggjarnevndin hevur kunngjørt sína loysn fyri rentustuðulin, sum leggur dent á at taka pengar beinanveg frá fólki við vanligum inntøkum og lánum. ? ?Tað var tað. Restina av raðfestingum í bæði debet og kredit, rakstri og íløgum skuldi samgongan taka sær av í sínum einaræði, hvørs ideologiska grundarlag sæst lýst í álitinum í tingmáli 185/2008.? ?Vóru veruligar samráðingar, so tóku vit fatur uppá bygnaðarliga hallið hjá landinum, løgdu aðalráð saman og stovnar saman, lagaðu sosialar útreiðslur meira eftir tørvi enn eftir skema, strikaðu rakstrarstudningar, strikaðu tollfrían innflutning og onnur undantøk, seldu aftur tey partabrøv, ið vórðu noydd uppá skattgjaldaran á náttartíð, men framumalt góvust við at brúka hundraðtalsmilliónir til íløgur, ið ikki økja um búskaparliga førleikan, samstundis sum vit byrjaðu at gera íløgur í framtíðar førleika við massivum íløgum í gransking og hægri útbúgving.? ?Men vit verða biðin um at fara aftast í raðið at bíða eftir nøkrum tilvildarligum niðurskurðum.