Bjørn á Heygum, advokatur, er hvassorðaður í tíðargrein í Sosialinum, sum kemur á gøturnar seinnapartin í dag. Undir yvirskriftini ”Politiska skipanin undirgravar landsstýrismálanevndina” finst fyrrverandi sambandstingmaðurin at Alfredi Olsen og eisini Jóan Magnus Rasmussen í Fólkaflokkinum í málinum við Eysturoyartunnlinum og setanina av einum kanningarstjóra.
- Alfred Olsen segði orðarætt, at sambandsflokkurin í tinginum ikki tók undir við, at ein kanningarstjóri skuldi setast. Her er tað at ketan loypir av! Hevur Alfred Olsen ikki lisið uppá, - kennir hann ikki § 38 í stýrisskipanarlógini, har tað greitt framgongur, at tað ongantíð er Sambandsflokkurin ella fyri tann skuld nakar annar flokkur, - men landssýrismálanevndin, sum einsamøll ger av, hvørt ein kanningarstjóri verður settur ella ikki, spyr Bjørn á Heygum, sum kemur til fylgjandi niðurstøðu í tíðargreinini:
- Jóan Magnus Rasmussen og Alfred Olsen eru kvalificeraði dømir um persónar, sum onki hava skilt, og sum antin við beráddum huga ella bara av politiskum vankunnleika ganga ørindi fyri tær í okkara samfelag útbreiddu kreftir, sum síggja stórt uppá rættvísi, disiplin og og respekt fyri teimum demokratisku instititutiónum, sum vit hóast alt hava fingið upp at standa eftir skrædlið fyrst í 1990-árunum, tá alt samfelagið fór fyri bakka, - og hóast vit treyðugt vilja viðganga tað - fyri stóran part orsaka av, at rot var komið í okkara politisku skipan, sigur Bjørn á Heygum í tíðargrein, sum verður prentað í Sosialin í dag.