Tað skrivar Búskaparráðið:
Sethúsaprísirnir eru higartil í 2025 øktir við umleið 7,5% í Tórshavn samanborið við miðalprísin í 2024. Miðalprísurin er nú 4,2 mió. kr. í Tórshavn. Í sama tíðarskeiði eru húsaprísirnir hækkaðir í størri og smáu bygdunum við 6%, umframt Sandoy/Suðuroy við 13%. Stóri vøksturin í Sandoy/Suðuroy skal tulkast við varsemi, tí miðalprísurin kann togast upp av einkultum sølum eftirsum sølurnar eru fáar í hesum økjum. Serliga hevur vøksturin verið stórur í størri bygdunum. Í 2024 var miðalprísurin 2,3 mió. kr. meðan fyrra hálvár 2025 er miðalprísurin 2,5 mió. kr.
Sethúsaprísirnir eru øktir nógv seinastu 10 árini, ið sannlíkt stavar frá, at útboðið ikki hevur megnað at fylgt við eftirspurninginum, og tað kunnu tað vera fleiri orsøkir til. Millum annað hevur stóra tilflytingin gjørt, at tað hava verið fleiri um boðið at keypa sethúsini. Harafturat kann eitt nú trot á arbeiðsmegi í byggivinnuni, dýrkaður byggikostnaður, avmarkað útboð av byggilendi, og at fleiri almennar verkætlanir hava verið settar í verk í senn, hava avmarkað útboðið av nýbygging av bústøðum, og viðvirkað til at trýsta sethúsaprísirnir upp tá ið eftirspurningurin hevur verið stórur.
Bústaðartrotið er ein fløskuhálsur í føroyska búskapinum. Búskaparráðið metir tað vera neyðugt, at politiski myndugleikin tekur hesa avbjóðing í álvara við at økja um útboðið av bústøðum.
##med2##
Kelda: Føroya Banki
Les eisini:
Kortnýtslan hjá húsarhaldunum hægri í 2024
Bjartskygnið hjá húsarhaldinum er lækkað
Les heystfrágreiðingina hjá Búskaparráðnum her