Leila Solmunde, forkvinna í MBF
Í Føroyum hava vit eitt sera einstáttað búmynstur. Fólk eiga síni egnu hús, og aðrir búmøguleikar eru sum so ongir. At eiga sítt egna hús er eisini ein sera dýrur máti at fáa tak yvir høvdið. Møguleikin at leiga sær eina íbúð eru annaðhvørt í einum kjallara í einum sethúsum ella at leiga eitt vanligt sethús.
Politiskt hevur ofta verið tosað um, at vit mugu royna at broyta okkara búmøguleikar, so at øllum fólkum kann standast í boði, at fáa eitt gott stað at búgva, alt eftir hvønn tørv fólk hava.
Í juli 2002 varð ein arbeiðsbólkur settur, sum skuldi koma við einum tilmæli um alternativa bústaðarbygging í Føroyum. Síðani hetta álit kom út í januar 2003, hevur verið tosað og kjakast um, at nú skuldi alternativ bústaðarbygging veruliga setast á politiska dagsskrá.
Tað er nú fleiri ár síðan, at fyrsta uppskot til lóg um alternativa bústaðarbygging, tann sokallaði “bústaraðpakkin”, sá dagsins ljós. Hesin pakkin kom at enda at innihalda trý uppskot. Leigulóg, lóg um lutaíbúðir og so lóg um at broyta virksemið hjá Húsalánsgrunninum til bert at lata orkulán til føroyska húsamarknaðin, og lán til íbúðarfeløg og íbúðarstovnar.
Vit hava síðani bíðað og bíðað eftir, at bústaðarpakkin skal samtykkjast á tingi. Frá MBF hevur verið spurt fleiri ferðir hvar bústaðarpakkin er, og svarið vit øll hava fingið, “nú er hann næstan liðugur, nú fer hann niðan í tingið.” Og so framvegis.
Og jú hann hevur verið aftur og fram, kom rímiliga langt ta einu ferðina, kom á løglistan, men fór so av aftur millum annað orsakað av nývali.
Og loksins so fór hann til 1. viðgerð á Føroya Løgtingi í hesi tingsetuni. Landsstýriskvinnan í Almannamálum Rósa Samuelsen segði í inngangi sínum í røðu síni tá bústaðarpakkin kom til 1. viðgerð.
Citat:
Eitt av endmálunum við bústaðarpakkanum er at loysa ein ovurstóran samfelagsligan trupulleika, nevniliga at nærum ongir vardir bústaðir eru bygdir til fólk við serligum tørvi. Samstundis verða karmar skaptir fyri einum øktum útboði á bústaðarmarknaðinum, so fólk kunnu ogna sær ein bústað, sum hóskar til teirra tørv.
Bústaðarpakkin, sum í dag er til 1. viðgerð í Løgtinginum, er tað størsta frambrotið á bústaðarøkinum í Føroyum seinastu hálvu øldina. Høvuðsendamálið við pakkanum er at skapa eitt størri og meira fjølbroytt útboð fyri øll á føroyska bústaðarmarknaðinum. Tá eg sigi fyri øll, so er tað tí, at endamálið er eisini at økja um útboðið av bústøðum til fólk við serligum tørvi – fólkum, ið bera lættari brek, men eru so sjálvbjargin, at tey kunnu klára seg í eini vardari íbúð.
Men sum ikki einaferð, hvarv lógaruppskotið aftur. Hvar blivu nú føgru orðini av, at hesin pakkin var størsta frambrot á bústaðarøkinum hesa øldina. Ja fyri okkara viðkomandi, sum varða av økinum sum skuldi fáa ágóðan av serligu lutaíbúðarlógini, er onki frambrot at hóma.
Spurningurin sum eg so seti. Hvussu ber tað til, at tað skal verða so drúgt og so trupult at fáa eitt so týðandi uppskot samtykt, ið kann verða við til at bjóða sømuligari bústaðarkor fyri fólk, samstundis sum vit síggja at onnur stór mál verða samtykt yvir stutta tíð.
Er hetta politisk líkasæla, ella er tað tí at hetta mál ikki viðkemur einum samfelagsbólki ið politiskt er nóg áhugaverdur?
Eg eri farin at trúgva tí, at alternativ bústaðarbygging eigur ongan góðan í Landsstýrinum í dag, kanska heldur ikki á Føroya Løgtingi.
Í nógv ár hava vit bíðað eftir hesum frambrotinum, og vit bíða enn, hvussu leingi skulu vit bíða, og kann Føroya Landsstýri ditta sær framhaldandi at drála í sama lag.
Alheimsdag handicapdagin 3. december 2009.