Útvarp
Fimm politisk ungmannafeløg í Føroyum hava nú tikið til annan miðil fyri at kjakast teirra millum. Politisku ungmannafeløgini skipa saman við Rás 2 fyri fimm politiskum sendingum. Fyrsti tvær sendingarnar hava longu verið.
Sendingarnar eru skipaðar á tann hátt, at eitt ella tvey umboð fyri eitt politiskt ungmannafelag leggja fram í einar tjúgu minuttir. Hini politisku ungmannafeløgini hava so eitt umboð hvør í útvarpsstovuni. Ætlanin er so, at øll umboðini skulu kjakast um tað, ið er lagt fram. Tú sleppur ikki undan, at tað verður tað eitt felag, ið er í andgletti. Tað er bannað valevnum at vera við í sendingunum, men hetta forðar ikki fyri lívligum kjaki. Higartil hava Fólkafloksungdómur og Sjálvstýrisungdómur (sent týsdag og endursent mikumorgun) verið í útvarpsstovuni og lagt fram. Eftir páskir, týsdagin 2. apríl, eigur fyrst Ungmannafelagið Samband, síðani Sosialistiskt Ungmannafelag og síðsta sendingin verður hósdagin 4. apríl, tá Unga Tjóðveldið fer at leggja sín boðskap fram. Sendingar verða vanliga sendar kl. 15.30.
Kjans at upplýsa
Sonne Smith frá Rás 2 upplýsir, at teir eru farnir undir hesar sendingarnar fyrst og fremst tí, at teir ætla at geva politisku ungmannafeløgunum ein møguleika at upplýsa um seg sjálvi og arbeiði hjá teimum. Tað vóru feløgini sjálvi, ið tóku stig til sendingarnar.
?Eg haldi tað hevur týdning, at ungdómurin veit, hvat tað er, sum gongur fyri seg í politikki í Føroyum. Eg haldi, at fyri tað nógva er ungdómurin ógvuliga óvitandi um hesi fyribrigdi, sigur Sonne Smith.
Hóast einki valevni er við í sendingunum, so ivast Sonne Smith ikki í, at tað verður eitt sindur av valagni, men hesum slepst ikki undan, heldur hann. Tað er eisini í sambandi við valið, at Rás 2 saman við feløgunum hevur tikið stig til hesar sendingarnar.