Føroyar hevur fingið ein gentubólk. Poppkorn eru fýra gentur, sum allar eru 15 ár, bólkurin er nýggjur og hevur frumframførslu á MjúS.
Tær fýra eru Jóhanna Matilda Vidtfeldt, Elin R. Hansen, Laila Jacobsen, og á odda Lillian Dalsgaard. Tað eru tveir av teimum størstu føroysku popparunum, sum standa aftanfyri Poppkorn, Eyðfinn Jensen og Kári Jacobsen. Teir hava skrivað tónleik, og funnið løg til genturnar.