Poppstjørna mátti halda ørum manni í flogfari

Ein maður gjørdist frá sær sjálvum umborð á einum flogfari hjá Korean Air, sum fleyg frá Hanoi í Vietnam til Seoul í Suðurkorea. Maðurin gjørdi seg inn á fleiri av flogternunum og onkur ferðafólk.

Endin var, at fleiri ferðafólk máttu leggja uppí fyri at halda manninum. Ein teirra var poppstjørnan Richard Marx, sum hittaði í 1980’unum við sanginum Right Here Waiting.

People.com skrivar, at rumbulin stóð við í fleiri tímar, meðan ferðafólk máttu halda óstýriliga manninum. Tvey ferðafólk og eitt starvsfólk fingu snuddir av manninum.

Richard Marx hevur deilt fleiri myndir frá tilburðinum, og hann hevur eisini viðmerkt, at tað var ikki í lagi, at starvsfólkini umborð ikki megnaðu at fáa støðuna undir kontroll uttan hjálp frá ferðafólkum.

- Eg eri ikki nøkur hetja. Eg gjørdi bara tað, sum einhvør í mínari støðu hevði gjørt. Vit hava tað gott og eru komin heim í øllum góðum, skrivar Richard Marx á sínum Facebook vanga.

Richard Marx hevur áður sagt alment, at hann er stórur fjeppari av tónleikinum hjá Teiti Lassen.