Hon eigur røddina, ið vit øll kenna frá fløgum og upptøkum. Men ikki fyrr enn nú hevur hon sjálv givið út. Hósdagin kom fyrsta solofløgan undir navninum Malan Thomsen.
Malan byrjaði ung at syngja og leika. Hon minnist, at á yngri árum høvdu hon og vinkonurnar ein gentubólk, men Malan Thomsen hevði altíð dreymin um at syngja.
? Fyrsti bólkurin, sum eg kom í, var Teinar. Hetta var fyrst í áttatiárunum. Tá havi eg verið eini 16 ár. Har var eg við í eini 2 ár og vit ferðaðust um alt landið, sigur Malan.
Mong minnast óivað bólkin frá t.d. løgum hjá Tøsedrengene.
? Vit spældu eisini Halberg/Larsen og annars tað, ið var »in« tá, men eisini vanligan dansitónleik, minnist Malan.
Aftan á Teinar, var bólkurin Brongl, við Jóhannus á Rógvu á odda, á skránni eitt stutt tíðarskeið. Rúna á Heygum og Joana Johansen sungu eisini við og bólkurin var á ferð í Føroyum.
Studiotónleikari í 10 ár
Í 1984-85 fór Malan til Noregs á tónleikaháskúla. Ein av fremstu bólkunum í Føroyum tá var Plúmm, ið hevði skiftandi sangarar. Malan var ein teirra og bólkin minnast fleiri frá luttøkuni á LP-plátuni Ung 85, sum eisini kom út fyri stuttum á fløgu við heitinum Ung um aldamótið.
? Hetta var so tann tíðin, tá eg var í bólkum og ferðaðist kring landið. Síðani byrjaði hitt við innspælingunum. Fyrst vóru tað barnabondini »Her eru vit« hjá Jóhannus á Rógvu. So komu útgávurnar hjá Devon. Tann eina kom út beint eftir barnabondini, miðskeiðis í áttatiárunum. Hin varð tikin upp beint aftan á, men kom ikki út, fyrr enn eini 10 ár seinni. So komu fløgurnar hjá Jóannes Jakobsen og útvarpsfløgurnar, sigur Malan.
Hetta eru nakrar av fløgunum, har hon eigur leiðandi røddina, men umframt er hon í kórinum á fleiri øðrum fløgum.
? Har er eitt tíðarskeið uppá eini 10 ár, har eg nærum bara havi virkað sum studiotónleikari, sigur Malan.
Luksus
Malan hevur á nýggju fløguni dugnaligar tónleikarar við og hevur gjøgnumgangandi samstarvað við fleiri av bestu tónleikarunum í landinum.
? Ja, tað má eg siga, at tað hevur verið tað reina luksus. Eg havi í so máta verið heppin og forkelað. Sjálvsagt havi eg fingið nógvar royndir við arbeiðinum í upptøkuhølunum, men havi kanska ikki so nógvar royndir frá tí virknað tónleikalívinum, sigur Malan lítillátin.
Spark og sangskeið
? Tað var hatta tíðarskeiðið, til eg varð eini 20 ár, so var eg ikki so nógv úti meira.
Hetta hevur sínar náttúrligu orsøkir, metir Malan.
? Familjulívið hevur talt nógv. Eisini útbúgving og so havi eg ein mann, ið er tónleikari, og tað fyllir jú rættiliga nógv, sigur Malan, sum hevur produserað nýggju fløguna hjá sær saman við tón-leikaranum í sínum lívi, Finni Hansen.
? Tað var ikki ætlanin, at eg ikki skuldi fáast við tónleik, men áðrenn ein veit av, so er tað langt síðani, at ein hevur verið í gongd og so skal okkurt serstaktt til, eitt spark, áðrenn ein fer aftur í gongd, heldur Malan.
Hvat var so sparkið, sum fekk teg at geva fløgu út?
? Eg havi altíð ætlað og droymt um at geva út. So var eg so heppin at koma á eitt sera gott sangskeið hjá Anders Ørsager fyri tveimum árum síðani, sum gjørdi, at eg fekk blóð á tonnina aftur, sigur Malan.
? So gjørdi eg av, at skuldi tað verða, skuldi tað verða nú. So segði eg arbeiðið upp og fór niður og tók fleiri sangtímar, sigur Malan, sum heldur, at ein lætt kann kenna, at ein hevur mist seg burtur ella í hvussu er skal finna eitt ella annað aftur, um ein skal tora at fara undir eina útgávu.
? Eg havi so í øllum førum nýtt eitt ár, ella meira ? rættiliga konsentrerað ? um at arbeiða við útgávuni, sigur Malan.
Hóast tað kann tykjast løgið, at ein av mest nýttu sangarinnum í landinum kennir seg noydda at siga starvið frá sær, og fara á skeið, fyri at geva fløgu út, so meitir Malan ikki, at nakað løgið er í hesum.
? Tað hevur nakað við tað at gera, at nógv av tí eg havi gjørt, er gjørt í upptøkuhølunum og er endað á ymsum fløgum. Tí kann tað tykjast rúgvusmikið, men tað er tað, sum eg havi sungið, og eg havi tí ikki dagligu venjingina, sigur Malan, sum annars heldur, at ein hevur altíð nógv at læra og at ein sangari verður ongantíð liðugur at menna seg.
Malan er pedagogur, starvast á Meiarínum í Havn, og er eisini farin undir at undirvísa ungum í sangi í samband við sangskeiðini hjá Anders Ørsager.
Poppari
Nýggja fløgan hjá Maluni er føroyskur poppur.
? Tað er poppur. Tað havi eg líkasum altíð ætlað. Tað skuldi vera ein føroysk poppfløga og tað hevði týdning fyri meg, at tað gjørdist ein poppfløga, sigur Malan.
Onkur spurdi Bamse, hví hann bert skrivaði popp, men hann segði seg vera stoltan av at skriva popp, tí honum dámdi tað. Tú skammast ikki við poppin?
? Eg kenni tað á sama hátt og havi einki ímóti at verða rópt poppari. Poppur er so nógv og kann innihalda so mangt, metir Malan.
Sjálv nøgd
Tilfarið á nýggju fløguni hjá Maluni er fyri tað mesta nýtt.
? Tað er ikki nógv av tilfarinum, sum hevur ligið longi. Eg havi verið heppin at fingið tilfar frá góðum fólki og havi heilt einfalt valt tað út, ið mær dámar, sigur Malan.
? Tað týdningarmesta og drívmegin er ikki, at fløgan verður væl seld. Sjávsagt er gott, um hon verður væl seld, men størstan týdning hevur tað, at eg sjálv eri nøgd og haldi góðskuna vera í lagið, sigur Malan.
Hví ikki fyrr enn nú?
Malan og Finnur hava framleitt fløguna og geva sjálvi út. Sostatt standa tey eisini við endan fíggjarliga.
? Tað eru líkasum treytirnar hjá tónleikarum í Føroyum. Nógv spyrja, hví eg ikki geri hetta fyrr enn nú. Ein má hugsa um alt stríðið eftir arbeiðstíð og orkuna, ið skal til. Familjulívið, sum verður forsømt. Fíggjarliga verður tað nærum ongantíð succes. Tað má verða ein ella onur trongd, sum er drívmegin. Ein kann ikki lata vera, sigur Malan Thomsen.
Hon hevur ikki ætlanir um nakrar stórvegis framførslur á palli júst nú, men kanska verður okkurt at hoyra »live« í útvarpinum. Hon avvísir tó ikki, at onnur fløga kanska kemur seinni við Maluni Thomsen, men kanska stílurin tá verður øðrvísi.