Portugal hevur ofta vunnið stórt

Men ímóti Liktinstein í síðstu HM undankapping megnaði Portugal ikki meiri enn javnleik á útivølli og tepran sigur á heimavølli

Fótbóltur

 

Eingin ivi er um tað, at í gjárkvøldið hitti føroyska landsliðið eitt av heimsins bestu landsliðum. Vit kenna spælararnar frá nøkrum av bestu feløgunum í heiminum – eitt nú Manchester United og Chelsea – og vit síggja tað á styrkislistanum hjá FIFA, har Portugal er ímillum tey bestu, meðan Føroyar eru á plássunum millum 190 og 200.

Tølini siga eisini, at Portugal, sum fyri tveimum árum síðani var í hálvfinaluni, tá ið HM endaspælið var í Týsklandi, ofta hevur vunnið sannførandi sigrar. Ikki bara ímóti smáum fótbóltstjóðum, men eisini viðhvørt ímóti teimum stóru.

Síðsta dømi um, at Portugal hevur vundið burturúr einari av stóru fótbóltstjóðunum var tað, tá ið Portugal á heimavølli í HM undankappingardysti í 2004 vann ikki minni enn 7-1! á Russlandi.

Tað eru fleiri dømi um, at Portugal hevur vunnið stórar sigrar ímóti smáum fótbóltstjóðum. Størsti sigurin, sum Portugal hevur vunnið í nýggjari tíð, var, tá Kuwait í vinardysti í 2003 legði rygg til 8-0 tap.

Í undankappingardystum ímóti Luksemburg í 2004 og 2005 var eisini talan um stór tøl. Portugal vann ávikavist 5-0 og 6-0.

Tað er tó ikki altíð, at tað hevur hilnast so ógvuliga væl. Okkurt dømi er um, at Portugal hevur verið kroyst ímóti fótbóltstjóðum, sum í stødd minna um Føroyar, og sum Føroyar áður hava havt gott tak á.

Besta dømið um hetta er, hvussu tað gekk, tá ið Portugal og Liktinstein vóru í undankappingarbólki saman í 2004 og í 2005. Ta ferðina knógvaði Portugal á heimavølli akkurát Liktinstein 2-1, eftir at Liktinstein hevði verið frammanfyri 1-0 í hálvleikinum. Í Vaduz í Liktinstein hilnaðist tað uppaftur betri hjá heimaliðnum. Liktinstein megnaði 2-2 ímóti Portugal.

Føroyar og Liktinstein havva fleiri ferðir spælt vinardystir ímóti hvørjum øðrum. Higartil hava Føroyar havt takið á fúrstadøminum. Føroyar og Liktinstein hava tríggjar ferðir spælt ímóti hvørjum øðrum, og higartil hava Føroyar vunnið allar dystirnar. Samlaði málmunurin er 5-1.

Fyrsti dysturin var 26. apríl í 2000 í Vaduz. Ta ferðina vunnu Føroyar 1-0. Næsti dysturin var í Grikkalandi 13. Februar í 2002. Ta ferðina vunnu Føroyar aftur 1-0. Síðsti dysturin var á Tórsvølli 19. august í 2002. Ta ferðina vunnu Føroyar 3-1.

Eingin ivi er um, at FSF, venjarin, spælararnir og allur tann føroyski fótbóltsheimurin droymir um aftur at fáa møguleikan at spæla ímóti smáum europeiskum fótbóltstjóðum sum eitt nú Liktinstein, sum nú er styrkismett væl hægri á FIFA listanum, enn Føroyar eru. Sannlíkið fyri at Føroyar og Liktinstein skulu koma í undankappingarbólk saman er millum lítið og einki. FSF hevur roynt at dyrgt eftir vinardystum ímóti fótbóltstjóðum við somu styrki sum Føroyar ella har á leið, men tað hevur gingið striltið.

Hesa ferð løgdu Føroyar rygg til 5-0 tap ímóti Portugal, sum næstu ferð skal spæla undankappingardyst ímóti Malta. Tað hevði verið spennandi, um Føroyar høvdu fingið møguleikan at spæla ímóti Malta, Liktinstein ella kanska Luksemburg.