Ein persónur er handtikin og skuldsettur fyri innbrotið í Á handilin við Norðskála, har tjóvarnir fóru avstað við heilt fitt av peningi. Sambært vaktleiðarinum á politistøðini er talan um millum 10.000 og 50.000 krónur.
Pengarnir eru ikki komir afturíaftur en, og enn er bara tann eini innbrotstjóvurin handtikin. Hann varð latin leysur eftir at hava játtað seg sekan.











