Í Ahoy høllini í Rotterdam vann Týskland í HM-hálvfinaluni ein greiðan 29-23 sigur á verandi fronsku meistarunum, og favorittunum. Í steðginum vóru tær týsku á odda 15-12.
Antje Döll var toppskjútti hjá Týsklandi við níggju málum. Sarah Bouktit og Léna Grandveau vóru við fimm málum hvør toppskjúttar hjá Fraklandi.
Seinast Týskland vann eitt endaspælsheiðursmerkið var HM-bronsuheiðursmerkið í 2007.
HER ber til frá týsku rásini ZDF at síggja ein samandrátt frá týska HM-hálvfinalusigrinum:
##med2##











