Posin verður aftur fullur

VB-VÍF 23-33 (12-14):
Eftir útisigurin hjá VÍF man fáur ivast í, at tað aftur í ár fer at eydnast kvinnuliðnum hjá VÍF at vinna kappingina við fullum stigatali

Hondbóltur ? kvinnur

Eingin tekur VÍF. Tað hevur leingi verið ein staðfesting, tá tosað verður um føroyskan kvinnuhondbólt, og hendan staðfesting varð enn eina ferð undirstrikað, tá VÍF vitjaði í Vági leygardagin.
VÍF vann nevnliga tryggan sigur í einum av teimum meira torføru útidysturnum, og tá tað heldur ikki eydnaðist VB at skala VÍF, so er ilt at síggja, hvør yvir høvur ilt at síggja, hvussu nakar skal kunna nerta við tær. Ikki endiliga tí VB saman við VÍF er so nógv betri enn hini liðini í deildini, men tí høllin vesturi á Eiðinum man vera eitt hitt tørførasta staðið at spæla hjá hinum liðunum.

Orkan enn einaferð
Fyrra umfarið var annars ikki so nógv, sum bendi á, a talan skuldi gerast um veruligan stórsigur til VÍF. Fyri tað mesta var VB sera væl við. Eina løtu hótti VÍF við at renna avstað, men seinastu 10 minuttirnar svaraði VB aftur, soleiðsi at munurin undan steðginum varð minkaður niður í trý mál.
Í seinna umfarinum hendi so tað, sum eftir hondini er vorðið eitt sereyðkenni, tá VÍF spælir. Tær settu ferðina upp, so mótstøðan hevði torført við at fylgja við, og ikki minst, so varð ferðin hildin á høga stiginum tað, sum eftir var av dystinum.
Úrslitið lat seg heldur ikki fornokta, og málini skolaðu oman yvir VB, sum als ikki fekk fótin fyri seg aftur.
Tað verður ofta havt á lofti, at VÍF hevur so nógv tað besta kvinnuliðið í landinum, og tað skal sum so ikki pilkast við her. Tær hava helst breiðasta hópin í landinum, og góðskan á leikarunum er eisini yvir høvur hægri enn hjá hinum liðunum. At talentið hjá summum er betri enn hjá øðrum, er kanska heldur ikki nakað, sum hini liðni fáa gjørt nakað við, men tað er merkisvert, at VÍF eisini tykist vinna fleiri av dystum sínum, tí at orkan hjá meistarunum er so nógv betri, enn hon er hjá hinum. Tað at orka nóg væl, er jú einasti eginleikin, har øll eiga at standa líka, og er talentið ikki nóg stórt, eigur at bera til at kompensera við orku og stríðsvilja.
Hetta hevur tó ongan tíð verið sjónligt, tá VÍF er annar parturin, og her eiga hini í deildini veruliga at taka í egnan barm. Siga við seg sjálvi, at tann parturin í øllum førum ikki skal liggja eftir.
Tað hevur hann gjørt í ár, og tí verður neyvan annað enn ein fjarskotin vón hjá nøkrum liði at basa VÍF hetta kappingarárið.

Dysturin í tølum
VB-VÍF 23-33 (12-14)
Málskjúttar:
VB: Gabriella Fekete 8(3), Sólrun Krosslá 3, Margreth Augustinussen 3, Laila Jespersen 3, Gurið Mortensen 3, Regina Radó 2, Eyðbritt Krosslá 1
VÍF: Iona Rápa 10(2), Sóley Mikkelsen 5, Jacklin Durhuus 5, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 4, Nicoleta Radu 4, Fríða Marjunardóttir 3, Alis Høghamar 2
Brotskøst: VB 5, VÍF 3
Útv´siingar: VB 1, VÍF 4
Dómarar úr Kyndli: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr.