- Nei, tú fært ikki at vita, hvør hevur sett pengar í Portalin, sigur Poul Hansen, sum bleiv nevndarformaður í Knassum, samstundis sum felagið fekk 1,7 millión í nýggjum kapitali.
Advokaturin og vinnulívsmaðurin Poul Hansen er nú sterki maðurin í sp/f Knassum, sum eigur og rekur Portal.fo
Poul Hansen bleiv nevndarformaður 9. desember í ár, samstundis sum felagið fekk 1,7 millión krónur í nýggjum kapitali.
Nýggi nevndarformaðurin hevur tó onga viðmerking til, um samanhangur er millum hesi viðurskifti.
-Nei, tað havi eg onga viðmerking til, sigur Poul Hansen.
Hann vil ikki upplýsa nakað um ognarskapin í Knassum og harvið Portalinum. Heldur ikki hóast talan er um ein fjølmiðil, og fjølmiðlar vanliga byggja á trúvirði og opinleika.
Les eisini: Portalurin fingið pengainnsproyting
Nýggi nevndarformaðurin heldur ikki, at tað hevur nakra ávirkan á trúvirðið hjá Portalinum sum fjølmiðil, at ognarskapurin er loyniligur.
Eftir fíggjarkreppuna í Íslandi fingu fjølmiðlarnir sín part av ábyrgdini, tí teir í stóran mun vóru keyptir upp av vinnulívinum, sum ikki vildi hava tey at skriva kritisk tíðindi um júst vinnulívið.
- Nei, eg dugi ikki at síggja nakran trupulleika í hesum. Eru tíðindini saklig, so er væl líka mikið, hvør eigur, er stutta svarið frá advokatinum og vinnulívsmanninum.
Umframt at vera nevndarformaður í sp/f Knassar er Poul Hansen eisini sera virkin í føroyskum vinnulívi. Hann er nevndarformaður í Faroe Origin og P/F Uppsjóvarhavnini á Tvøroyri, umframt at hann situr í nevndini í eini røð av feløgum, eitt nú Effo Finans, Vesturleika, Aluplast og Føroya Realkredittstovni, umframt at hann er stjóri í P/F Bacalao. Hann var nevndarformaður og partaeigari í Havsbrún í Fuglafirði, til Bakkafrost keypti fyritøkuna.
Um orsøkina til at hann nú er nevndarformaður í sp/f Knassar, sum eigur Portalin, sigur Poul Hansen stutt:
- Tað er væl tí at onkur trýr, at eg kann geva felagnum okkurt, sigur Poul Hansen og leggur afturat:
- Hetta er eitt púra nýtt øki fyri meg. Ein nýggj og spennandi avbjóðing.
Poul Hansen hevur annars ongar aðrar viðmerkingar um sín nevndarformanssess, ella hvat hann ætlar at gera í starvinum.