TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frásøgukvinnuna hjá Rás2, og dystarviðmerkjaran, Poul Helga Jacobsen taka samanum oddadystin í 1. deild kvinnum millum KÍ og EB/Streym/Skála, sum KÍ vann 2-1, og harvið liggur sera væl fyri at vinna 18. FM-heitið á rað.
Poul Helgi Jacobsen hevur drúgvar royndir, sum venjari í kvinnufótbólti.
Poul Helgi Jacobsen heldur, at KÍ hevði tann betra taktikkin, har tað eydnaðist klaksvíkskvinnum at halda EB/Streymi/Skála frá tí mesta.
- Fyri mær sóu KÍ-kvinnurnar vandamiklari út, tá tær fóru í álop, heldur Poul Helgi Jacobsen.