Poul hevur samhuga við Anniku

Annika Olsen farin úr Framsókn: – Eg veit ikki, hvat eg skal siga. Eg fekk somu boð, sum tit í fjølmiðlunum hava fingið og vist tí einki um hetta.

Annika Olsen farin úr Framsókn: – Eg veit ikki, hvat eg skal siga. Eg fekk somu boð, sum tit í fjølmiðlunum hava fingið og vist tí einki um hetta.

 

Tað sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn, nú Annika Olsen hevur meldað seg úr Framsókn eftir fýra dagar í flokkinum. Hann og Framsókn hava ikki verið partur í nøkrum stríði við Anniku Olsen.

 

– Tað hevur als einki verið galið í okkara forholdið, og eg gangi bara út frá, at hon hevur verið undir so stórum trýsti og tí hevur tikið avgerðir, sum ikki halda.

 

Men eftir at Annika Olsen sendi tíðindaskrivið út klokkan 20:30 í kvøld hevur hon sent Poul Michelsen eitt bræv, har hon forklárar støðuna.

 

– Eg kann bara siga, at eg skilji hana og virði avgerð hennara. Hon er undir stórum trýsti persónliga. Eg kann bara staðfesta, at vit í Framsókn eru fangað í nøkrum, sum vit ikki hava ávvirkan á. Tað má virka løgið hjá veljarum, og tað er ein løgin støða, vit eru í.

 

– Veruleikin beint nú er, at vit hava eina minnilutastjórn, og avleiðingarnar av tí valdast um, hvat Sonja Jógvansdóttir ger, sigur Poul Michelsen.

 

Lesið eisini: Annika Olsen tekur seg úr Framsókn!

Lesið eisini: Fólkaflokkurin aftur fullmannaður