##med2##
Skíggin tekur alt ov nógv pláss, meðan nærveran tekur minni og minni pláss.
Tað upplýsir felagsskapurin Headspace Danmark, sum sunnudagin byrjar átakið "SlukSammen", sum fer at seta fokus á betri síggjavanar.
Átakið er í hæddini, tá stovnurin og samstarvsfelagarnir sløkkja fartelefonirnar í ein heilan dag 21. september.
Og felagsskapurin heitir á danir um at gera tað sama, sigur fyrrverandi forsætisráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen, stovnari og verji av felagsskapinum.
Sambært verjanum er tað vorðin ein vani at kanna telefonina allar tíðir.
- Tey ungu, sum vit hitta í Headspace, siga okkum, hvussu stóran týdning tað hevur fyri tey, tá onkur veruliga lurtar og er til staðar. Samstundis haldi eg, at nógv vaksin gloyma, hvussu nógv tey sjálvi sakna hetta.
- Tá vit saman sløkkja, uppdaga vit, at vit ikki missa nakað - tvørturímóti vinna vit nærveruna, tíðina og góðu samrøðurnar aftur, sigur Poul Nyrup Rasmussen í fráboðanini.
Trine Hammershøy, sum er stjóri í felagsskapinum Det Sociale Netværk og Headspace Danmark, viðgongur, at tað ikki neyðturviliga er lætt.
- Tað snýr seg ikki bara um, at hvør einstakur ger okkurt, men eisini, at vit gera okkurt saman, og at vit tí byrja eitt prát, har skíggjarnir ikki taka alt upp, sigur hon við Ritzau.
##med3##
Ein kanning hjá Epinion, sum er gjørd vegna Headspace Danmark, vísir, at 58 prosent av fólkinum ynskja at minka um skíggjanýtsluna, meðan 47 prosent halda, at tey eru bundin av fartelefonini.
Fram til 21. september fer Headspace Danmark, saman við millum øðrum, sjónleikaranum Mille Dinesen og talgildarmálaráðharranum Caroline Stage at hjálpa til við at finna gott "offline virksemi" í staðin.
Samtakið hevði eitt líknandi átak í fjør.
Málið var at fáa fólk at sløkkja telefonina í tveir tímar - og ikki ein heilan dag, sum er tað, tey miða eftir í ár.
Sambært Trine Hammershøy vóru eftir átakið í fjør fleiri familjur, sum ynsktu at sløkkja skíggjan í longri tíð. Og tað vóru serliga børnini, sum spurdu eftir sløktu skíggjunum.
- Vit plagdu at hava bilfríar sunnudagar. Nú heita vit á um ein skíggjafrían sunnudag, sigur hon.
Headspace miðstøðir kring alt landið hava opið og bjóða virksemi sunnudagin.
Headspace Danmark er eitt átak undir danska felagsskapinum Det Sociale Netværk, sum arbeiðir fyri at fremja sálarligu heilsuna hjá viðbreknum børnum, ungum og vaksnum. Headspace arbeiðir við børnum og ungum í aldrinum 12 til 25 ár.
/Ritzau/