Poul Ørum

Minningarorð

Kendi danski rithøvundurin Poul Ørum er deyður á 78 ári, f. 1919. Ein teirra, sum tíðum gjørdi vart við seg, og sum við bókum sínum ella sum røðari ríkaði danska mentunarheimin.

Hann skrivaði mest um smámannin. Sum ungur tókst hann við fyrifallandi arbeiði, torvagravi, sum tað har kallaðist, var eitt skifti á sjónum, matrósur til hann fór á A-pressuna sum blaðmaður. Um hetta mundið var tað, at hann av álvara fór at skriva. Tá tað so bar til at liva av tí, hann skrivaði av bókum, slepti hann blaðmannastarvinum.

Fyrsta bók hansara kom í 1953 og nú gjørdist hann kendur rithøvundur, m.a. við bókini »Natten i venteværelset«.

Í 1980 doyði fyrra kona hansara, tá er tað hann skrivaði »Ravnen mod aften« og »Sorgens følelser«, aftaná hesar útgávur var hann nógv brúktur sum fyrilestrahaldari. Var altíð í parti við tí minni menta, og tað er hetta støðufesti, sum merkti alla skriving hansara.

Tað eru tey, sum minnast hansara stóru luttøku í málinum um evnaveika Jacob Brølling, sum hevði fingið dóm fyri seksualmorð á Norðursælandi. Signa og Poul Ørum skrivaðu bókina »Gykl rættartrygdarinnar ? greinan av órættvísum dómi«, eitt úrslit av granskan teirra av hesum máli.

Poul Ørum fekk frá hondini 40 bókaverk og var heiðraður við tveimum heiðursgávum, Mentunarheiðursgávan hjá LO og Kritikerprisen. Poul Ørum gekk sínar egnu leiðir.

Eftir rithøvundan Poul Ørum stendur eftirmæli um rithøvundan við mannavitsku, hann, sum segði sína hugsan, hart og skart.

i.