Poul Verner Madsen fekk fyrstu sproytuna í Klaksvík

Tað var Poul Verner Madsen, serlækni í ortopædi, sum fekk fyrstu sproyuna við koronukoppingarevni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Tað var Poul Verner Madsen, serlækni í ortopædi, sum fekk fyrstu sproyuna við koronukoppingarevni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Hann hevur verið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í 20 ár og settur í fast starv í fjør.

Fyrstu skamtirnir við koppingarevni komu til landið í gjárkvøldið, og í dag klokkan 13 vóru fyrstu fólk í Føroyum koppsett, og tað var talan um heilsustarvsfólk á teimum trimum sjúkrahúsunum.

##med2##