Prísurin á øllum til børn er garvillur

- Hetta ger, at tað eru fleiri, sum ikki fara á ólavsøku við børnum. Eg haldi, tað skuldi verið soleiðis, at øll kundu verið við

 

Fert tú á ólavsøku í ár?  

- Ja, eg fari á ólavsøku, sigur Linda Kølleskov. 

Hvussu heldur tú ólavsøku?    

- Tað verður eitt sindur sum vanligt. Vænti, vit fara til setanina, og seinastu árini hava vit verið uttan fyri Áarstovu til teirra ólavsøkutiltak við ostrum og boblum aftaná. Tað verður helst tað sama í ár. 

Linda sigur, at henni dámar væl at fara til listaframsýningarnar, sum eru og annars spáka oman og niðan gjøgnum býin og práta við fólk. 

- Vit eru bjóðað til nátturða hjá vinfólkum, so tað fara vit eisini. Ólavsøkudag dámar mær væl at hyggja eftir hátíðarligu gudstænastuni í dómkirkjuni og løtuni við kórsanginum. 

Hvat er tað besta við ólavsøkuni?   

- Tað er hugnaligt at ganga í býnum og heilsa og práta við familju, vinir og kenningar, sum tú ikki sær so oftani. Fólk eru í góðum lag og hava tíð at steðga á. Eg haldi, tað er sera stuttligt at síggja teir ymisku mátarnar, ið fólk seta búnan saman upp á - at tað er lov til meira, enn tað var fyrr. 

Kundi okkurt verið øðrvísi við ólavsøkuni? 

- Eg veit ikki, hvat kundi verið øðrvísi. Tað er deiligt, at ólavsøkan er komin niðan aftur í býin. Eg haldi, tað er hugnaligari, enn tá hon var á Skálatrøð. Eitt, sum eg haldi skuldi verið broytt, er, at barnatiltøkini skuldu verið bíligari. Haldi, at prísurin á øllum til børn er blivin garvillur. Hetta ger, at tað eru fleiri, sum ikki fara á ólavsøku við børnum, tí tað er so kostnaðarmikið. Eg haldi, tað skuldi verið soleiðis, at øll kundu verið við, sigur Linda Kølleskov.

 

Lesi eisini - 

 

* Á ólavsøku visti eg at vit høvdu gjørt rætt - https://www.in.fo/news-detail/a-olavsoeku-visti-eg-at-vit-hoevdu-gjoert-raett