Privatiserings-sóttin eisini rakt Føroyar

? Tað er neyðugt, at Verkamannafylkingin medvirkar til at verkafólkið verður skúlað til at kenna mun á vini og fígginda og støðugt minna á gerðir og lyfti hjá Tjóðveldis- og Javnaðarflokkinum, sigur Verkamannafylkingin m. a. í yvirlýsing frá landsfundinum um vikuskiftið

? Tað eru tey, ið meina, at Verkamannafylkingin hevði sítt »berættigilsi« tá hon varð stovnað, og at hon nú hevur tænt sínum endmáli, staðfestir Verkamannafylkingin í yvirlýsing, sum er send fjølmiðlunum aftan á landsfundin í vikuskiftinum.

? T. v. s., at hesi fólk meina, at nú stendur væl til, og at kósin hjá Tjóðveldis- og Javnaðarflokkinum tænir arbeiðandi fólkinum. Royndirnar sýna okkum tó, at hesir flokkar hamskiftast, tá teir fáa stjórnarvaldið, sigur fylkingin, sum eisini staðfestir, at dømi um hetta eru óteljandi.

? Tí er neyðugt, at Verkamannafylkingin medvirkar til, at verkafólkið verður skúlað til at kenna mun á vini og fígginda, og støðugt minni á givin lyfti og gjørdar gerðir. Og ikki minst leggur ítøkilig uppskot fram, sum betra tilveruna hjá meiniga fólkinum.

Landsfundurin hjá Verkamannafylkingini ásannar at rættartrygdin, ið stóð rættuliga frammaliga í seinasta valst´rið, framvegis ikki er komin upp á pláss. Semja varð gjørd um, at setast skuldi ein løgtinsins umboðsmaður, og hevur hesin verið á fíggjarlógini síðani, men er framvegis ikki settur. Privatiserings-sóttin hevur eisini rakt Føroyar. Telefonverkið, Postverkið, Strandferðslan, já sjálvt jørðin, ið skal geva okkum føði, skal gevast spekulantum at umsita.

? Verkamannafylkingin hevur ta avgjørdu støðu, at Føroya Banki skal ikki undir nøkrum umstøðum aftur á privatar hendur.

Fylkingin sigur eisini, at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark hava prógvað, at broytingar eru neyðugar sum skjótast. Bankamálið má tó ikki gera, at vit gloyma okkara egna leiklut og okkara egnu spekulantar. Tí ásannast má, at tá ið onkur missir pengar, er altíð onkur annar, ið fær teir, sigur Verkamannafylkingin í yvirlýsingini, sum er dagfest 14. mars og undirskrivað av formanni fylkingarnar, Luitjeni Apol, sum er nýggi formaður í Verkamannafylkingini eftir at Alis Jacobsen ikki ynskti at taka við afturvali.

Hinir limirnir í starvsnevndini eru Kári Jacobsen í Vági, sum er næstformaður og Arnbjørn í Smiðjuni.