Síðstu fimm árini eru lønarútreiðslurnar á stóru, privatu fjølmiðlunum lækkaðar millum 23 og 34 prosent, samstundis sum lønarútreiðslurnar í almenna Kringvarpinum eru øktar 13 prosent.
Hetta eru staðfest roknskapartøl fyri ávíkavist Kringvarpið, Dimmalætting og Miðlahúsið, ið rekur Sosialin og Rás2. Útgreinaðu tølini vísa tíðiliga, at privatu miðlarnir hava merkt eina ógvusliga afturgongd í lønarútreiðslunum.
Ringast stendur til hjá Dimmalætting. Sambært roknskapartølunum vóru lønarútreiðslurnar hjá Dimmalætting 13,1 millión krónur í 2007. Í 2011 vóru lønarútreiðslurnar komnar niður á 9,2 milliónir.
Eisini Miðlahúsið í Vágsbotni merkir somu gongd. Í 2007 vóru samlaðu lønarútreiðslunar fyri Sosialin og Rás2 13,8 milliónir krónur. Í 2011 vóru samlaðu lønarútreiðslurnar komnar niður á 10,7 milliónir.
Sama tíðarskeið hevur gongdin verið tann øvugta í Kringvarpinum. Í 2007 vóru lønarútreiðslurnar 37,8 milliónir krónur. Í 2011 vóru lønarútreiðslurnar í Kringvarpinum 42,8 milliónir.
Fyri almenna Kringvarpið er talan um eina lønarøking á 13,2 prosent. Fyri Dimmalætting og Miðlahúsið er talan um eina afturgongd á ávíkavist 34 prosent og 23 prosent.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, skal fyrrapartin í samráð í Mentanarnevndini hjá løgtinginum. Landsstýrismaðurin er kallaður í samráð í kjalarvørrinum av, at sponsoravtala millum Kringvarpið og eitt privat smápartafelag er komin undan kavi. Ein avtala, ið gevur sp/f Progress heimild at selja sponsorat til allar sendingar hjá Kringvarpinum, bæði í útvarpi og sjónvarpi.