Fuglafjørður
Fuglafjarðar býráð hevur nú tikið ítøkilig stig til, at Fuglafjørður fær eitt uppsjóvarvirki til matvøruframleiðslu. Visjónirnar hjá býráðnum eru stórar, og lagt verður upp til, at Fuglafjørður kann gerast ein altjóða maritimur depil fyri móttøku, framleiðslu og tænastuveitingum til allar sjóvinnur.
Borgarstjórin í Fuglafjarðar kommmunu, Sigurd Simonsen, hevur um dagarnar kunnað sínar borgarar um, hvørjum býráðið ítøkiliga hevur arbeitt við í seinastuni. Hetta hevur hann gjørt á heimasíðuni hjá kommununi.
- Fólk spyrja, hvat tað er, vit havast at, og tí kenna vit tað sum okkara skyldu í fyrsta lagi at kunna okkara borgarar, sigur hann við Sosialin.
Konsulenthjálp
Fyri hálvum ári síðan samtykti Fuglafjarðar býráð at brúka konsulenthjálp til at gera eina frágreiðing – ella eitt prospekt – sum kann lýsa partar av grundarlagnum fyri einum uppisjóvarvirki í Fuglafirði.
Farec International við Óla Samró, búskaparfrøðingi, fekk hesa uppgávu, og í farna mánaði varð frágreiðing løgd fyri býráðið í Fuglafirði. Eisini varð uppskot til eina 20 ára útbyggingarætlan fyri Fuglafjarðar havn, sum er gjørt saman við býráðsfyrisitingini, lagt fram á hesum fundi.
Íleggjarar neyðugir
Sigurd Simonsen sigur, at hin 1. mars varð prospektið saman við útbyggingarætlanini lagt fyri eitt væl uppmøtt stjóralið úr lokalu vinnuni.
- Hin 4. mars samtykti býráðið so at fara víðari við málinum og royna at fáa áhugaðar íleggjarar til at gera íløgur í eitt nýtt matvøruvirki til uppiosjóvarfisk í Fuglafirði, sigur Sigurd Simonsen, borgarstjóri.