Randi Jacobsen
Beint fyri klokkan níggju sunnumorgunin tók politiið í Havn tveir menn í Steinatúni.
Har høvdu teir gingið og provokerað fólk. Ein maður lá avdottin, og annar av hesum pissaði á tann avdotna.
Tá so ein triði royndi at tala at, fekk hann nevan frammaná frá øðum av teimum báðum ungu monnunum.
Aftur hesu ferð vóru tað tveir fuglfirðingar, sum vóru í Havn og brúktu nevarnar. Teir eru 17 og 24 ára gamlir.