Í finaluni í Budapest vann PSG á Arsenal eftir brotssparkskapping, eftir at dysturin endaði 1-1 eftir vanliga leiktíð og longda leiktíð.
Einki mál kom í longdu leiktíðini, og tí skuldi vinnarin finnast við brotsspørkum.
Har gjørdist Arsenal-verjuleikarin Gabriel Magalhães tann stóri óeydnismaðurin. Hann sendi fimta brotssparkið hjá Arsenal væl upp um málið, og so kundu fronsku meistararnir fegnast.
Bæði liðini høvdu frammanundan misnýtt eitt brotsspark hvør.
Við sigrinum hevur PSG tryggjað sær størsta heiðurin í evropeiskum felagsliðsfótbólti fyri annað árið á rað.
Tað er fyrstu ferð síðani 2018, at eitt felag hevur megnað at vart Champions League-heitið. Tá vann spanska Real Madrid kappingina trý ár á rað.
##med2##
##med3##













