PSG hevur nú vunnið Champions League tvey ár á rað. Í ár kravdist brotssparkskapping fyri at vinna á Arsenal, meðan Inter varð knúst 5-0 í finaluni í fjør. (Mynd: Angelika Warmuth/Reuters)

PSG fyrsta felag síðani 2018 at endurvinna Champions League

Paris Saint-Germain skrivaði seg í kvøld í søgubøkurnar sum fyrsta felagið síðani 2018, ið hevur megnað at verja Champions League-heitið.

PSG hevur nú vunnið Champions League tvey ár á rað. Í ár kravdist brotssparkskapping fyri at vinna á Arsenal, meðan Inter varð knúst 5-0 í finaluni í fjør. (Mynd: Angelika Warmuth/Reuters)

Franska stórfelagið vann finaluna móti Arsenal í Budapest eftir brotssparkskapping. Dysturin endaði 1-1 eftir vanliga og longda leiktíð.

PSG vann eisini Champions League í fjør, tá Inter varð knúst 5-0 í finaluni.

Seinast eitt felag megnaði at verja heitið var Real Madrid, sum vann kappingina tv ár á rað frá 2016 til 2018.

Champions League-vinnarar seinastu tíggju árini

•    2026: Paris Saint-Germain

•    2025: Paris Saint-Germain

•    2024: Real Madrid

•    2023: Manchester City

•    2022: Real Madrid

•    2021: Chelsea

•    2020: Bayern München

•    2019: Liverpool

•    2018: Real Madrid

•    2017: Real Madrid

Kelda: UEFA

 

PSG hevur nú vunnið Champions League tvey ár á rað. Í ár kravdist brotssparkskapping fyri at vinna á Arsenal, meðan Inter varð knúst 5-0 í finaluni í fjør. (Mynd: Angelika Warmuth/Reuters)