Stóra hernaðarframsýningin, sum plagar at vera í russiska høvuðsstaðnum Moskva hin 9. mai, har sigurin yvir Týsklandi undir seinna heimsbardaga verður hátíðarhildin, verður ikki hin sama í ár sum undanfarin ár.
Nú stúrir russiski forsetin, Vladimir Putin, fyri, at hann í ringasta føri kann gerast alment eyðmýktur av Ukraina. Vandin er nevniliga, at ukrainski herurin kann fara at senda dronur eftir Moskva, meðan hernaðarframsýningin er.
Ein stórur partur av hátíðarhaldinum plagar at vera, at Russland vísir seg fram sum eitt stórveldi - við einari rúgvu av herfólki, hervognum og stórum nútímans vápnum og rakettum.
Alt hetta skal ímynda russiska verjuídnaðin og evnini hjá Russlandi at verja seg.
Fleiri útlendskir miðlar vita at siga, at russiska hernaðarframsýningin hesaferð verður nógv øðrvísi enn undanfarin ár. Stríðsvognar og hernaðarakfør verða ikki við, og tað verður eitt avmarkað tal av herfólki.
##med2##
Russland hevur eisini boðað frá, at tað verða nógv færri útlendskir gestir til hátíðarhaldið hesaferð.
Høvuðslærarin í fregnartænastuvirksemi á norska verjuháskúlanum, Tom Røseth, sigur, at tað kunnu vera fleiri góðar orsøkir til, at Russland hesaferð ger minni burturúr hátíðarhaldinum hin 9. mai.
- Hóttanin frá ukrainskum dronum er heilt greitt ein reell orsøk, og tað hevði verið ein trupulleiki, um hernaðarakfør vórðu álopin við dronum á Reyða Torginum í Moskva undir hátíðarhaldinum, sigur hann.
Kelda til greinina er www.tv2.no, og á heimasíðuni er ein longri grein um, hví Vladimir Putin hesaferð ikki ætlar sær at gera so nógv burturúr merkis-og hátíðardegnum, hin 9. mai, eins og vanligt hevur verið.
##med3##













