Á einum videofundi í dag við forsetan í Kina, Xi Jinping, bjóðaði Putin Xi til Moskva á almenna vitjan til várs.
Fyrst á fundinum, sum var sendur í russiskum sjónvarpi, fagnaði Putin átøkunum hjá teimum báðum londunum at sleppa undan vesturlendskari ávirkan.
Putin segði eisini, at innanhýsis viðurskiftini vera enn týdningarmiklari at fáa javnvág í heimin.
– Russland hevur sum mál at styrkja hernaðarliga samstarvið við Kina, segði Putin.
Í síðstu viku lat kinesiska stjórnin skilja, at Kina vil styrkja sambandið við Russland í komandi ári.
/ritzau/Reuters