Pytlick og Wilbek til Føroya

Donsku landsliðsvenjararnir, Jan Pytlick og Ulrik Wilbek, vitja í Føroyum í hesum árini. HSF og danska hondbóltssambandið hava samstarvsavtalu

Jan Pytlick, danskur kvinnulandsliðsvenjari, og Ulrik Wilbek, danskur manslandsliðsvenjari, vitja í Føroyum í hesum árini.
Endamálið við vitjanini er at geva føroyskum hondbólti íblástur.
Tað sigur Kristian Johansen, sum er formaður í HSF.
- Ætlanin er, at teir skulu kunna føroyskar venjarar og geva teimum íblástur at hugsa nýtt og øðrvísi, sigur hann.
Kristian Johansen hugdi at HM-finaluni í gjár, og hann hevði ikki neyðugu upplýsingarnar um vitjanina, tá Sosialurin ringdi til hansara í morgun, stutt fyri evstamark. Hann veit ikki at siga, hvat vitjanin fer at kosta HSF, men nevndin skal ikki langt niður í lumman, tí danska hondbóltssambandið plagar at veita HSF holla hjálp.
- Vitjanin er partur av samstarvsavtaluni, sigur Kristian Johansen.