Ríða á einum hesti

Tað má viðgangast, at hetta fullveldislandsstýrið stríðist fyri síni søk

 

Eilif Samuelsen



Tað má viðgangast, at hetta fullveldislandsstýrið stríðist fyri síni søk. Teir hava sum kunnugt sett sær fyri at gera Føroyar til eitt fullveldisríki loyst frá Danmørk, og tað skal henda í hesum valskeiðinum fyri ein og hvønn prís. Teir vita sum er, at ein slíkan møguleika fáa teir ikki aftur í bræði, tí teir hava ikki longur meirlutan av fólkinum aftan fyri seg. Tað høvdu teir fyri trimum árum síðani, og tann farni veruleikin má og skal troytast til seinasta blóðsdropa. Sjálvt um teir í samráðingunum hava verið noyddir at rýma av einum skansanum fyri og øðrum eftir, so eru teir nú við tí seinasta neyðsemjuuppskotinum um sjálvstýri Føroya fólks í effinett somu støðu, sum teir alla tíðina hava verið, nevniliga, at málið er fullveldið, loysingin. Allar burturforkláringar um, at nú liggur loysnin innan fyri heimastýriskarmin, er at kasta torvmold í eyguni á fólki. Men nú duga fólk á at skyna, hvat er politiskar fupproyndir, og hvat er veruleiki.

Danska stjórnin hevur sagt greitt og týðuliga, at ein skipað gongd móti fullveldi førir við sær, at ríkisveitingin verður avviklað eftir fýra árum. Hetta er greið og konsekvent tala, skiljandi fyri ein og hvønn. Seinasta útspælið hjá landsstýrinum er í roynd og veru eingin broyting í mun til tað undanfarna, sum ætlað var at senda til fólkaatkvøðu, og sum Fólkaflokkurin ikki kundi taka undir við. Hetta hava teir eisini sjálvir váttað. Tí mugu teir rokna við, at svarið frá stjórnini verður tað sama sum frammanundan: fýra ára skiftistíð.

Í løtuni grundar danska stjórnin um, hvussu hon skal reagera uppá uppskot landsstýrisins. Óivað vil hon fegin vísa sín góða vilja við at finna eina realitetsbroyting í mun til fyrra uppskotið, men tað verður vist ein leiting til fánýtis. Nú skal bæði Føroyanevndin hoyrast og eitt orðaskifti í fólkatinginum fyriskipast, áðrenn svarið verður givið. Hetta má helst tulkast sum, at nú kann væntast tað endaliga svarið til hesa samgonguna, sum framvegis tvíheldur um at fremja eina miðvísa fullveldisætlan. Og til tað hevur danska stjórnin bert havt eittans svar.

Undir orðaskiftinum í løgtinginum gjørdi Javnaðarflokkurin sum ikki einaferð aftur greitt, at hann er vælviljaður fyri fullveldisætlanini.

Um føroyski veljarin er samdur við fullveldisfólkini í, at núverandi fiskiríkidømið fer at halda sær óbroytt í framtíðini, at teir ovurhonds høgu fiskaprísirnir fara at halda sær í framtíðini, at rentustigið framvegis fer at halda sær so lágt sum nú, og at Føroyar fara at varðveita ein sjálvberandi búskap einans byggjandi á fisk og fiskaúrdráttir, tí enn eru at kalla ongar alternativar vinnur av nøkrum týdningi komnar fram, so er tað skiljandi, at fólk taka undir við fullveldinum.

Men tað munnu vera mong, ið eins og sambandsfólk halda, at føroyska samfelagið hóast mikla framgongd ikki er nóg væl fyribúgvið til nakað fullveldi, og at tað er ov hættisligt uttan fyrilit at kasta tjóðina út í óvissuna, einans við at ynskja, at alt fer at gangast á besta hátt, og at fáa vit bert fullveldi, so blómar og veksur alt. Tað er jú tað, ið landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum hevur fyrigyklað fólki í ramasta álvara.

Sambandsflokkurin hevur meldað greitt út, at hann framvegis fer at virka fyri, at Føroyar verða innan fyri ríkisfelagsskapin, men at vit hava eitt uppskot um eina nýskipan av ríkisrættarligu viðurskiftunum. Eina skipan, sum danska stjórnin ikki hevði havt torført við at góðtikið, men sum hevði verið til størri frama fyri føroyingar enn fullveldisætlanin. Vit gera ikki sum ávísir aðrir flokkar, men vit ríða á einum hesti.