- Tað sær út til, at rákið er vent, í hvussu so er partvís.
Tað sigur Annfinn Hjelm, fíggjarleiðari hjá Tórshavnar Havn.
Næsta ár koma 51 ella 52 ferðafólkaskip á Havnina og tað er tað næstmesta nakrantíð, sigur hann. Annars vað metárið í 2015, tá ið 63 ferðasfólkaskip vóru á Havnini. Men av teimum vóru tey átta skipini her í sambandi við sólarmyrkingina, og sostatt vóru tað 55 av teimum »vanlugu« ferðafólkaskipunum, sum vóru her í fjør.
Men í ár varð talan um eina heilt stóra afturgongd, tí í ár hava bara 39 ferðafólkaskip verið á Havnini.
Annfinn Hjelm sigur, at tað var nýggja kunngerðin um grind, sum elvdi til, at ferðafólkaskipini ikki vildu koma til Føroya. Í nýggju kunngerðini um grind stóð, at tann, sum sá eina grind, uttan at boða frá, kundi fáa upp í 25.000 krónur í bót.
Tað fekk fleiri feløg, sum skipaði fyri sigling við ferðafólkasskipum, at stýra langt uttan um Føroya. Tey boðaðu beinleiðis frá, at nýggja grindakunngerðin var orsøkin til, at tey ikki komu, tí tey vildi ikki seta, hvørki ferðafólk, ella manning, í vanda fyri at koma undir stóra bót, skuldu tey sæð eina grind og ikki boða frá.
Síðani er kunngerðin aftur broytt soleiðis at bótin fyri ikki at boða frá grind, er avtikin og Annfin Hjelm sigur, at tað tykist sum um at tað hevur hjálpt upp á støðuna.
- Í øllum førum sær tað ikki út til at grindakunngerðin hevur so stóran týdning longur, tí næsta ár verða væl fleiri skip aftur á Havnini, enn tað vóru í ár, sigur hann. Tað fyrsta kemur hálvan mai og tað seinasta kemur seinast í september.
Tey flestu eru gamlir kenningar, men onkur koma higar fyri fyrstu ferð.
Ein serlig vitjan verður 26. juni, tá ið 290 metra langa ferðafólkaskipið, Azura, kemur á Havnina. Tað hevur heili 3600 ferðafólk, umframt eina manning upp á eini 1200 fólk, so tann dagin verður trongligt í Havnargøtum. Hetta er fyrstu ferð, at Azura er á Havnini.
Hóast fleiri ferðafólkaskip koma á Havnina næsta ár, enn vanligt, eru tað framvegis nógv, sum boykotta Føroyar, tí at vit drepa grind, og tað hava vit meiri um, um eina løtu.