Ræðast ikki Víking

NSÍ hevur seinastu tvey árini leikt fimm dystir móti Víkingi. Og hvørjaferð hava runavíkingar tapt. Pauli Poulsen, venjari hjá NSÍ, sigur, at liðið tó ikki ræðast Víking.

- Talan er ikki um eitt Víkinga-kompleks. NSÍ vann ofta á GÍ, so tað er meira ella minni tilvildarligt, at Víkingur hevur vunnið á okkum seinastu tvey árini, sigur Pauli Poulsen. Hann metir ikki, at talan var um eina stóra fótbóltsuppliving í Sarpugerði.

- Tað var ikki gott fótbóltsspæl. Vit royndu at spæla, men tað var hekk ikki saman. Vit skapa fáar møguleikar, men Víkingur hevur heldur ikki stórvegis at bjóða. Vit royndu at trýsta seinastu løtuna, men tað eydnaðist ikki at fáa útjavnandi málið, sigur Pauli Poulsen, venjari.