Talið av svanum á føroysku vøtnunum kring um landið hevur neyvan í nýggjari tíð verið størri, enn tað er í dag. Ikki tí; at síggja hvítan svan í Føroyum hevur gjøgnum nógv ár ikki verið nøkur óvanlig sjón. Í dag síggjast svanar javnan næstan á hvørjum vatni, og vøtnini eru mong í tali.
Minni vanligt er at síggja svartan svan. Fyri eini tíð síðan - ella í fyrru hálvu av mars í ár - hevði in.fo ein greinastubba um ein svartan svan, sum var á Vatninum í Vági.
- Talan er um eitt svanapar, men tað sjáldsama er, at tann eini svanurin er svartur, meðan hin er hvítur, skrivaði in.fo.
Á Skálafirði
Sunnukvøldið sat hesin svarti svanurin einsamallur á sjónum innan fyri bátahylin í Skálafirði. Um hetta er sami svanur, sum var á Vatninum í Vági í mars, er ilt at siga, men sunnukvøldið var so eingin hvítur "maki" saman við honum ella henni.
Spurningurin er, um svørtu svanarnir í Føroyum eru fleiri í tali - ella, um hesin nú er vorðin stakur.
Cygnus Atratus
Naturstyrelsen í Danmark veit um svarta svanin - á latínskum "cygnus atratus" - at siga, at hetta er einasta svanaslag, sum er svart.
Slagið verður ikki mett at hoyra heima í Danmark, og tí verður roynt at bera so í bandi, at teir ikki gerast fleiri í tali, so náttúrliga javnvágin verður órógvað
Svarti svanurin hoyrir náttúrliga heima í Australia.