Úr Bejing til Boston í Smiðjuni

Listaframsýning hjá havnarkvinnuni Onnu Byrgadóttir í Smiðjuni Lítluvík frá 27. februar til 3. mars

Framsýningin inniheldur náttúralistiskar og abstarktar oljumálningar ið avmynda eina listarliga ferð, sum Anna Byrgadóttir byrjar í Kina í 2002 og endar í USA í 2003. Føroyski parturin av framsýningini er málaður millum ferðirnar.

Kina sæst serliga aftur í sniðum og dekorativum teknum. Og í USA var býurin Boston avmyndaður. Størsti parturin av framsýningini er tó higani úr Føroyum, har hav, landslag og kenslur fylla mest.

Anna Byrgadóttir er 34 ára gomul. Hon hevur nomið sær kunnleika á Listaháskúla á Langeland og í Holbæk. Harumframt hevur hon tikið skeið í modelltekning, foto og grafikki. Hon hevur fyrr sýnt verk fram í Smiðjuni í Lítluvík og á ólavssøkuframsýning.

Framsýningin "Ú r Bejing til Boston" kann síggjast hesar tíðir í Smiðjuni í Lítluvík í Havn.

Opið verður soleiðis: Fríggjadagin 27. februar. 16.00 ? 18.00, leygardagin 28. februar. 13.00 ? 18.00, og frá sunnudegnum 29. februar til 3. mars verður opið frá 14.00 til 18.00.