Úr Connecticut til Kaldbak

Í gjár stóð Pauli Nolsøe í Vágsbotni og seldi havhest til svangar havnamenn. Hann býr í USA, men flytir skjótt aftur til Føroya


Sólin sær og tað luktar av havhesti í Vágsbotni.  Pauli Nolsøe úr Kaldbak selir nátar, sum hann tók saman við beiggjum sínum leygardagin. Nógv fólk steðgar á, og keypir sær eitt kók og prátar í sólskininum.
Pauli er heima í Føroyum í summarferiu, hann býr í Connecticut í USA. Har hevur hann búð í trý ár, tí kona hansara er haðani.
- Eg møtti henni umborð á læknaskipinum Anastasis í Afrika, har vit bæði sigldu við. Eg var dekkari og hon arbeiddi við samskifti.
Tá tey fóru í land aftur, fluttu tey til USA. Har hevur Pauli siglt við einum trolara og nú arbeiðir hann sum timburmaður.
- Men vit flyta heim til Føroya í januar, tað hevur allatíðina verið ætlanin at flyta heimaftur.
Konan hevur verið og vitja í Føroyum tvær ferðir og henni dámar sera væl.
- Mær dámar eisini væl í USA, har er gott at vera, men ikki líka gott sum heima, greiðir Pauli frá.
Pauli er í summarferiu í seks vikur, hann hevur brúkt nakað av tíðini eftir havhesti saman við beiggjunum. Størsti parturin av frítíðini er tó farin við at gera íbúðina í Kaldbak klára, til tá hann saman við konuni og dóttrini Honnu Silju flytur aftur til heimbygdina.