Kate Sanderson
Í øllum illveðrinum í verandi tingsetan kom ein veruligur sólglotti fram seinasta fríggjadag (3. november), tá full undirtøka vísti seg at vera fyri uppskotinum hjá Tjóðveldisflokkinum um, at allir fastbúgvandi útlendingar fáa møguleikan at atkvøða á - og stilla upp til - kommunuval í Føroyum. Orðaskiftið undir 1. viðgerð bendi á, at sama trongskygda afturhaldið hjá ávísum tingmonnum, ið ger seg galdandi í fleiri øðrum málum av grundleggjandi týdningi fyri eitt framkomið samfelag, eisini fór at gera um seg í hesum máli. So var kortini ikki. Tað snýr seg hóast alt um heili 562 fólk yvir 18 ár (anno 2006), sum nú knappliga verða nýggir veljarar í føroyskum kommunum, samanborið við teir 181 norðurlendingarnar, sum leingi hava havt hesi rættindi. Sum ein av hesum 562 áðurnevndu, fær undirritaða eftir 21 ár og nógvar skattakrónur umsíðir eina demokratiska rødd her í landinum.
Málið er tó ikki endaliga avgreitt við hesi einføldu lógarbroyting. Til tess at tryggja, at allir útlendingar veruliga kunnu fáa gagn av nýggja møguleikanum at verða virknir borgarar í sínum lokala samfelag hava kommunurnar nú fingið eina nýggja avbjóðing. Neyðugt verður at arbeiða miðvíst fyri, at kunna útlendingar um sínar valmøguleikar og tryggja teimum eitt nóg gott grundarlag til at kunna taka støðu til kommunupolitikk. Eingin ivi er um, at útlendingar flestir kenna seg sum heild væl móttiknar í bygdum og býum í Føroyum, har teir hava valt at búsett seg. Men eg havi kortini varhugan av, at eitt nú vantandi førleiki í føroyskum hjá nógvum útlendingunum, sum heldur ikki duga nakað annað norðurlendskt mál, framvegis verður ein forðing hjá teimum at fylgja nóg væl við og nýta sína rødd at ávirka tær avgerðir, sum hava týdning lokalt. Vónandi fara tær (minst) 562 nýggju atkvøðurnar, sum verða at fáa á næsta kommunuvalinum at gera sítt til, at tiltøk og tilboð at hjálpa útlendingum at laga seg til sítt nýggja heimstað av álvara verða sett á dagsskránna hjá kommununum.