Orð og myndir:
Terji Nielsen
Tað er rættuliga illfýsið hendan seinnapartin, tá ið Sosialurin kemur á vitjan á garðinum hjá hjúninum Lis og Bjarna Djurhuus í Stårup einar 10 kilometrar frá býnum Skive, sum liggur miðskeiðis á suðursíðuni av Limfjørðinum. Hóast ófantaliga veðrið, so koma tey bæði, Lis og Bjarni, beinan vegin út í tún at taka ímóti. Komin innar í hugnaligu sethúsini verður borðreitt við einum heitum kaffimunni, og skjótt gongur prátið lystiliga.
Seyðabóndi í Danmark og Grønlandi
Tað er einki yvir at dylja, at Bjarni hevur roynt eitt sindur av hvørjum, tá ið tað snýr seg um seyð. Longu sum lítil smádrongur fekk hann sítt fyrsta lamb, og síðani tá hevur hann altíð havt seyð. Pápin, sum var postmeistari í Havn, hevði eisini neyt og ross, so at kríatúr var ein náttúrligur partur av barndóminum hjá Bjarna, sum vaks upp yviri í J. H. Schrøtersgøtu í teimum húsunum, sum Leif Mohr seinni keypti. Í 1956 fekk Bjarni starv í Sjóvinnubankanum á Kongabrúnni, og har var hann fram til 1963, tá ið hugurin til seyðahald lokkaði hann av landinum.
Einans 23 ára gamal leitaði hann sær vestur um hav til Grønlands, har hann setti búgv í einum lítlum stað, ið nevnist Ipiotaq, sum liggur miðskeiðis millum Narsaq og Narsassuaq. Staðið var ógvuliga oyði, bara eitt annað hús var í bygdini, so tá ið havnarmaðurin einsamallur smíðaði sær síni hús, tvífaldaðist húsatalið á staðnum. Tann seyðurin, sum Bjarni hevði í Grønlandi, var tann sokallaði grønlendski hornaseyðurin, og tað er eitt ógvuliga gott seyðaslag, heldur Bjarni.
Okkurt um eitt ár eftir at hann búsettist í Grønlandi, hitti hann donsku Lis, ið er fødd í Glyngøre, sum liggur einar 40 kilometrar í ein útnyrðing frá garðinum, har tey bæði búgva í dag. Tey bæði giftust, og skjótt kom fyrsta barnið. Tá ið nummar tvey barn kom, gjørdu tey bæði, Lis og Bjarni, av, at best var hjá børnunum at vaksa upp í Føroyum, ikki minst tí at í Føroyum kundu børnini hava alla sína skúlagongd og miðnámsskúla, uttan at tey noyddust at flyta heimanífrá. Um tey høvdu verið verðandi í Grønlandi, høvdu børnini heilt tíðliga verið noydd til at fara í aðrar bygdir at ganga í skúla. Tískil fluttu tey í 1969 heim aftur til Føroya og bygdu sær hús á Skansavegi, bert eitt hanagleiv frá barndómsheiminum hjá Bjarna.
Aftur í bankaheimin
Komin heim aftur á klettarnar fekk fór Bjarni aftur í starv í Sjóvinnubankanum á Kongabrúnni. Honum dámdi ógvuliga væl í bankanum, og í frítíðini hevði hann seyð á einari trøð úti í Vika, beint sunnan fyri nýggja kirkjugarðin í Havn. Hesa trøð hevur hann enn tann dag í dag, og har ganga einir átta seyðir.
Lis arbeiddi fyrst í fimm ár sum bókhaldari hjá Rólant Thomsen og seinni í samfull 17 ár hjá Einar Mikkelsen. Miðskeiðis í nítiárunum vann hugurin til seyð aftur á føroyska pengaheiminum, og tá ið tann yngsta av teimum trimum døtrunum hjá Lis og Bjarna fekk sítt studentsprógv, var tíðin komin til aftur at gerast seyðabóndi burturav. Tá ið so allar tríggjar døtrarnar vóru fluttar til Danmarkar, var tað púra náturligt hjá hjúninum at fara somu leið, men húsini á Skansavegnum vildu tey ikki sleppa sær av við, so tey hava tey framvegis.
Á sjálvum arbeiðaradegnum í 1996 keyptu tey sær garðin í Stårup, eftir at tey høvdu arbeitt við ætlanini í okkurt um tvey ár. Tey høvdu hugt eftir fleiri øðrum gørðum, men ikki fyrr enn tey komu til Stårup funnu tey tann rætta. Garðurin er einar 20 hektarar til støddar, og pláss er fyri okkurt um 200 áseyðum. Sjálv sethúsini eru okkurt um hálvtannaðhundrað fermetrar til støddar, og stallurin er góðar 1200 fermetrar, so tað er ovmikið av plássi hjá teimum báðum.
Áseyðatalið er minkað
Tá ið tey fluttu inn á garðinum var brúk fyri rættuliga fitt av ábøtum ymsastaðnis á garðinum, og hetta fór við nógvari tíð. Samstundis hevði Bjarni fingið sær ikki færri enn 183 áseyðir, so hann og konan høvdu úr at gera fyrstu árini. Tann fyrsta lembingin vísti eisini, hvussu stórur munurin er á tí danska og føroyska seyðinum. Bjarni greiðir frá, at í Føroyum er man vanur við, at seyðurin passar seg sjálvan, tá ið hann lembur, men hjá tí danska seyðinum er man meira ella minni noyddur til at virka sum ein jarðarmóðir, tí ein rættuliga fittur partur av lombunum skulu hjálpast í verðina. Hetta kann verða ógvuliga strævið og tíðarkrevjandi, serliga tá ið man hevur nógvan seyð, sigur Bjarni. Áðrenn lembingin byrjar, verður seyðurin kliptur. Hetta fer fram um hálvan februar, tí tað vísir seg, at seyðurin trívist betur um várið, tá ið hann er kliptur, og haraftrat er lættari at halda eyga við sjúku og líknandi á henda hátt.
Við árunum hava tey so valt at minka um áseyðatalið, soleiðis at havnarmaðurin í Stårup í dag hevur 72 áseyðir, umframt tríggjar brundar. Í ár hevur Bjarni fingið gott og væl 100 lomb undan seyðinum hjá sær. Fyrsta lambið sá dagsins ljós longu 10. mars, og tann 27. mai kom seinasta lambið í verðina. Hetta seinasta lambið kom rættuliga óvæntað, tí Bjarni var vísur í, at ærin var geld.
Ivaleyst av hoyggi á garðinum
Sum áðurnevnt er garðurin heilar 20 hektarar og gongur heilt oman til Limfjørðin. Gróðurin er góður á garðinum, so árliga fær Bjarni eini 20 tons av hoyggi inn, og tað er ivaleyst til seyðin hjá honum. Umframt hoyggið fóðrar Bjarni eisini við minkatøð, sum hann hevur havt stak góðar royndir við síðstu tvey árini, og haraftrat fær seyðurin eisini nakað av kraftfóðri. Sum eitt lítið ískoyti gevur Bjarni seyðinum bygghálm av og á, tí at tað er so einastandandi gott fyri magan.
Danski seyðurin størri enn tann
Stórur munur er á danska og føroyska seyðinum. Í Føroyum plagar man at siga, at eitt gott lamb liggur um eini 32 pund. Donsku lombini hjá Bjarna hava eina miðalvekt, ið liggur um tey 45 pundini. Í hesum sambandi nevnir Bjarni, at hann nýliga fletti eitt lamb, har tjógvini vigaðu ikki minni enn trý kilo hvør! Sjálvur heldur seyðabóndin úr Havn, at besta vektin hjá einum lambi liggur um 32 pund. Tað er ikki einans í vekt, at stórur munur er á danska og føroyska seyðinum.
Bjarni sigur, at tað danska seyðakjøtið er munandi kjøtugari enn tað føroyska, og haraftrat er tað eisini nógv ljósari. At so er, kann undirritaði blaðmaður vátta, tí feski bógvurin frá føroyska seyðabóndanum var ovmikið til tveir døgurðar hjá einari familju, og hann smakkaði einastandandi væl.
Nyttar ikki hanga upp
Spurdur um hann hevur roynt at hanga kjøt upp at ræsa, sigur Bjarni, at tað hevur hann ikki, tí tað nyttar ikki. Alt ov nógv væta er í luftini, so kjøtið rotnar bara. Tá er gott at hava nakað av seyði heima á klettunum, so at man av og á kann fáa eitt eitt skerpitjógv ella nøkur ryggjastykkir send niður. Seyðarhøvd hevur Bjarni frá sínum egna seyði, og tey eru eisini óvanliga stór í mun til tað, sum vit føroyingar eru vanir við. Tey bæði høvdini, sum vit fingu við okkum av garðinum, smakkaðu stak væl, eftir at tey høvdu verið í pottinum í knappar tveir tímar.
Sleppa ikki sambandinum við Føroyar
Hóast tey bæði, Lis og Bjarni, trívast væl í Danmark, so vilja tey ikki siga, at tey ongantíð fara at flyta aftur til Føroya, tí teimum dámar sera væl í Føroyum, og serliga á Skansavegi 7, og Lis sigur, at hon kennir seg eins nógv sum føroying og dana. Tær tríggjar døturnar hjá teimum búgva allar í ella nærhendis Ålborg, og tað er ikki meiri enn ein tími at koyra millum Ålborg og garðin í Stårup, so tey síggjast oftani. Eisini dáma ommu- og abbabørnum stak væl at koma á vitjan í Stårup, og omman og abbin dáma eisini væl at fáa tey á vitjan, sum vera man. Tískil kann tað eisini vera torført at venda aftur til Føroya, um øll tann nærmasta familjan er í Danmark. Tá eg at enda spyrji Bjarna, hvussu leingi hann fer at halda fram við at verða seyðabóndi, brosar hann og svarar:
Kanska til onkur annar føroyingur bjóðar seg fram at yvirtaka garðin eftir meg um nøkur ár.
Við hesum orðum takka vit fyri okkum, og meðan vit koyra út úr túninum við seyðarhøvdunum undir liðini, standa fryntligu hjúnini og veittra okkum farvæl.
Ein forvitnislig vitjan hjá ein pari við einari forvitnisligari lívsleið er komin at enda!