Úr Fuglafirði til Falster

Lívið og náttúran í Fuglafirði seta sín serliga dám á listaframsýning á Falster seinni hendan mánaðin


Á páskum fara listamenninir Frits Johannesen, Øssur Mohr og Heðin Kambsdal at hava felags listaframsýning á Galleri Arleth á Falster. Sum kunnugt eru teir allir úr Fuglafirði, og tað fer eisini at seta sín serliga dám á framsýningina, sambært stigtakararnum. 



Føroyska ljósið

Á Galleri Arleth fegnast tey um høvið at vísa ymisktlitta Føroyska ljósið í tulkingum hjá trimum so ymiskttáttaðum listamonnunum.

Í skrivi frá gallarínum verður víst á, at Fuglafjørður er ein virkin lítil býur, har stórir trolarar úr øllum Europa dagliga landa sína veiðu, meðan bygdafólkið samstundis livir siðbundna bygdalívið við seyðahaldi og hoygging. Tað er millum annað hesir mótsetningar saman við skiftandi ljósinum, sum ganga aftur í myndaligu tulkingunum hjá Fritsi Johannesen, Øssuri Mohr og Heðini Kambsdal. 



Naivt og dramatiskt

Myndirnar hjá Frits Johannesen hava ofta ein naivan dám – ein máliháttur, sum kanska hongur saman við skapandi arbeiðinum saman við børnum, sum altíð hevur spælt ein stóran leiklut í lívinum hjá listamanninum og læraranum. Við bæði álvara og humor og ikki minst musikaliteti málar Frits Johannesen poesiin í føroysku tilveruni.

Hóast Øssur Mohr er tann ynsti av teimum trimum listamonnunum, hevur hann longu vunnið altjóða viðurkenning. Øssur Mohr sýnir javnan fram runt um í Europa, har hansara kensluliga ekspressionistisku málningar hugtaka. Hann hevur gjørt tað til sítt eyðkenni at vísa skiftandi huglagið, tá ljósglottarnir fara dansandi eftir føroysku fjøllunum.

Sum listamaður bleiv Heðin Kambsdal tíðliga ávirkaður av impressionismuni hjá Jóannis Kristiansen, sum serliga sæst aftir í mátanum, Heðin Kambsdal manir fram ljósið í myrkrinum.

Eitt av gjøgnumgangandi myndevnunum hjá Heðini Kambsdal er Blábjørg, sum reisa seg myrk og svinn yvir lívið í bygdini. Í myndunum hjá Heðini Kambsdal er ljósið altíð nærverandi, ofta leikandi lætt, men tá myrkrið gerst tættari gerast tær dramatiskar, sum fáar. 



Framsýningin á Galleri Arleth letur upp 20. mars og verður at síggja fram til 4. mei.