Áræði at ganga nýggjar leiðir

Eik Banki

 

Í grundgevingunum fyri at veita Eik Banka heiðurin sum Ársins Virki, segði dómsnevndin, at felagið hevur víst framfýsni og áræði at fara út um kenda, gamla virkisøki, og fyritøkan hevur tryggjað hesa gongd við at lagt stóran dent á leiðslumenning og útbúgving av starvsfólki.

- Fáar føroyskar fyritøkur koma undir heitið “born global”, skilt á tann hátt, at tær fata allan heimin sum sítt virkisøki. Síggja vit burtur frá okkara fiskaútflutningsfyritøkum, liggur marknaðurin hjá føroyskum fyritøkum at kalla burtur av í Føroyum. Vanar og mangan avmarkandi lógir og reglur gera sítt til, at vit halda okkum innan eingjargarðarnar. Vit minka um seglini, tá byrurin heima ikki er tann besti og klára so dánt at fylgja við, tá tíðirnar aftur gerast góðar her heima. Fleiri av okkara stóru, gomlu fyritøkum eiga av tí sama styrki og íbornar møguleikar, sum ikki verða troyttir nóg væl, eitt nú á størri marknaði. Tað er váðaleysari at halda seg til tað gamla, kenda, men avkast og avbjóðingar verða hareftir.

Um Eik Banka segði dómsnevndin, at nútímansgjørdar kappingarreglur og vaksandi altjóðagerðin skapa fyritreytir fyri broytingum uttan tó at fremja tær. Tað tykist neyðugt við ungari, væl útbúnari leiðslu og starvsfólki. Men tá kann alt henda. Knappliga tykist alt gjørligt, ið fyrr var óhugsandi. Vit síggja gamlar fyritøkur skifta ham og fáa arnarflog, ið ber tær langt út í onnur lond at gera nyttu og fáa innløgu. Undangongan fær aðrar fyritøkur at fylgja eftir; summar við at skifta eigara og leiðslu, og aðrar bert við at yngri, alheimshugsandi kreftir taka við.

- Eik Banki hevur verið skjótt vaksandi í fleiri ár, og fíggjarligu úrslitini hava verið framúr góð. Fyritøkan verður roknað sum eitt avbjóðandi arbeiðspláss og er sera attraktiv fyri arbeiðstakarar.

Dómsnevndin var ikki í iva um at velja Eik Banka til Ársins Virki 2007.