Samrøðan millum Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóra, og løgfrøðingin hjá Fólkatingsins Umboðsmannastovni, Karsten Loiborg, um frágreiðingina hjá Løgdeildini í Tinganesi um pensjónsmálið, var bert ein óformell samrøða við privatpersónin, Karsten Loiborg.
Hetta ger Karsten Loiborg greitt í skrivi til Sosialin í sambandi við grein, sum varð prentað í Sosialinum um pensjónsmálið týsdagin.
Karsten Loiborg sigur, at hann eftir áheitan frá løgmansstjóranum hevur viðgjørt nakrar løgfrøðiligar spurningar, ið hava samband við pensjónsmálið. Men hann staðfestir, at hann hevur gjørt sínar viðmerkingar sum privatpersónur.
? Eg havi ikki gjørt mínar viðmerkingar sum embætismaður hjá Fólkatingsins Umboðsmanni, sum annars ongan myndugleika hevur yvir føroyskum myndugleikum, sigur Karsten Loiborg.
Karsten Loiborg sigur eisini, at hann gjørdi løgmansstjóranum ógvuliga greitt, at hann bert gjørdi sínar viðmerkingar sum privatpersónur.
Kortini stendur í breddanum á telefonupprtinum, sum Marjun Hanusardóttir hevur skrivað eftir samrøðuna við Loiborg, at talan er um eitt »telefonupprit um samrøðu við Carsten Lojborg frá Umboðsmannastovni Fólkatingsins hin 20.02.01«
Víðari við málinum
Greinin í Sosialinum týsdagin endurgevur brot úr uppritinum og sigur, at upprit frá løgfrøðingi hjá Fólkatingsins Umboðsmannastovni mælir løgmanni til at fara viðari við málinum.
Í uppritinum hjá løgmansstjóranum stendur soleiðis skrivað:
»Hóast landsstýrismaðurin fer sjálvur við aðrari grundgeving, so er ikki vist, at eitt slíkt mál er liðugt. Í Danmark vildi verið umhugsað, hví málið gekk so galið. Spurningar høvdu verið settir um, hvørt tað eru serligir trupulleikar í embætisverkinum, og myndugleikin hevði verið eftirhugdur antin so ella so.«
Men Karsten Loiborg sigur nú, at hann ikki hevur mælt løgmanni til at fara víðari við málinum.
? Eg havi svarað spurningum frá løgmansstjóranum um, hvat hevði verið gjørt í einum líknandi máli í Danmark. Í hesum sambandi havi eg svarað, at tað mær kunnugt ikki er nakað heilt líknandi danskt mál til skjals. Men annars havi eg víst á ymiskar spurningar, sum eg vildi hildið høvdu verið umhugsaðir og kannaðir í einum líknandi máli, sigur Karsten Loiborg.
Einki um revsing
Greinin í Sosialinum týsdagin vísti á, at tá landsstýrismálanevndin tók upp málið um embætisførsluna í pensjónsmálinum, vóru nøkur innanhýsis skjøl í Almanna- og Heilsustýrinum, sum landsstýrismálanevndin ikki fekk fatur á, tí Helena Dam á Neystabø metti tey ikki vera neyðug at útflýggja.
Hetta heldur Loiborg sambært telefonuppritinum eisini. Har sigur hann soleiðis:
»Tað er ?meget åbenbart?, at landsstýrismaðurin hevur afturhildið upplýsingar fyri tingsins nevnd. Hesi skjøl eru á ein hátt at meta sum kjarnin í málinum, og tað áliggur á ongan hátt landsstýrismanninum at meta um, hvørt hesi skjøl eru viðkomandi ella ikki.«
Tískil valdi Sosialurin at vísa á, at hetta sambært lógini um ábyrgd landsstýrisins er hetta revsivert.
Í stykki 2 í grein 5 í lógini um ábyrgd landsstýrisins stendur, at løgmaður ella landsstýrismaður verður revsaður, um so er, at løgmaður ella landsstýrismaður gevur løgtinginum skeivar ella villeiðandi upplýsingar, ella um hann, tá løgtingið viðger eitt mál, tigur við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum.
Men Karsten Loiborg vísir í skrivinum til Sosialin í dag á, at hann ikki er komin við nakrari beinleiðis meining um hetta í telefonsamrøðuni við løgmansstjóran. Hann gjørdi harafturímóti greitt, at tað skal prógvast, at ein persónur tilætlað hevur gjørt nakað skeivt, um hann skal kunna dømast.
Skuldi ikki út
Tá Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, og Karsten Loiborg tosaðu saman um leiklutin hjá Helenu Dam á Neystabø í pensjónsmálinum, visti hann ikki av, at eitt innanhýsis telefonupprit skuldi gerast av samrøðuni. Og ikki fyrr enn hann sá greinina í Sosialinum, sá hann innihaldið í uppritinum.
Uppritið hevur Marjun Hanusardóttir gjørt sum eitt innanhýsis upprit í sambandi við, at løgmaður skuldi taka støðu til avleiðingarnar av niðurstøðuni hjá Lógardeildini í Tinganesi um embætisførðsluna hjá Helenu Dam á Neystabø í pensjónsmálinum. Tað var ongantíð meingin, at skjalið skuldi koma út. Men Sosialurin fekk kortini hendur á tí.
Anfinn Kallsberg, løgmaður, metir tað vera sera álvarsligt, at innanhýsis skjøl í Tinganesi koma út alment, uttan at loyvi er givið til tess.