Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, ræðist ætlanina at gera ein 50 metra langhyl í Vági. Tað ger hann greitt í Løgtinginum, nú ætlanin er at lata fýra milliónir í almennum stuðuli til ætlanina.
Tað, hann ræðist við ætlanini er, at hann stúrir fyri, at endamálið er at lumpa landskassan til eisini at gjalda rakstrarútreiðskurnar.
Høgni Hoydal, løgtingsmaður hevur spurt landsstýriskvinnuna í mentamálum um, hvussu gongur við hes ætlanini og um ætlanin er um at leggja uppskot fyri Løgtingið um at stuðla ætlanini.
Og hann staðfesti fyri Helga Abrahamsen, at ongin umbøn er um at landið skal stuðla rakstrinum, tí tað einasta, biðið verður um, eru fýra milliónir í stuðuli til byggingina.
Hann vísti eisini á, at talan er um a skapa venjingarumstøður til allar svimjarar í landinum, men ætlanin er eisini at skipa eitt dygdargott vælverutilboð til almenningin.
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinnan sigur, at roynt verður at seta peningin av á fyrstu eykajáttanarlógina, sum verður lagt fyri Løgtingið í næsta mánaði.
Men tað ber ikki til at finna peningin innanfyri karmarnar, sum eru, uttan at broyta raðfestingarnar, sum eru gjørdar, staðfestir hon.
Sostatt verður antin neyðugt at hækka karmin, ella skal peningurin takast frá onkrum øðrum og sostatt verður tað ein avbjóðing at finna peningin.
- Men vit fara at gera okkara besta, sigur hon, uttan tó at geva nakað bindandi lyfti um stuðul