Rækjuflotin fleiri trupul ár

Prísurin á rækjum er hækkaður, men nøgdirnar eru minkaðar fyrstu níggju mánaðirnar í ár. Rækjuflotin hevur havt nógv trupul ár á rað, og støðan er framhaldandi vánalig við árslok 2009.

Tað sigur grannskoðarafyritøkan NOTA í síni greining av fiskiflotanum.

Felagið leggur aftrat, at í løtuni eru bert trý rækjuskip í vinnu.

Sambært Føroya Fiskimannafelag er miðalprísurin fyri kilo av rækjum fyrstu níggju mánaðirnar av 2010 hækkaður í mun til sama tíðarskeið í 2009.

- Nøgdirnar eru harafturímóti minkaðar nakað, men samanlagt er veiðivirðið lækkað fyrstu níggju mánaðirnar í 2010 samanborið við somu tíð í 2009, sigur grannskoðarafyritøkan NOTA í síni greining.