Oslo: Tá tann týski kanslarin Gerhard Schröder vitjaði Noreg seinasta heyst hevði hann sett av ein lítlan tíma til at tosa við norska stjórnarleiðarin, Kjell Magne Bondevik. Teir fingu ein kaffimunn og prátaðu eitt sindur.
Tann Schröder veruliga ynskti at hitta á hesum almenna túrinum til Oslo var sjómaðurin og í dag milliarderurin Kjell Inge Røkke.
Schröder hevði eitt serligt ynski um at hitta Røkke, og teir fóru í býin og brúkt eitt heilt kvøld saman. Schröder veit at Røkke kann avgera framtíðina hjá túsundtals týskarum. Røkke eigur týskar skipasmiðjur og kann tryggja týskarum arbeiði um hann vil gera íløgur. Hinvegin kunnu nógv missa arbeiði um Røkke ikki vil seta meir pengar í týsk arbeiðspláss.
Rokaligur
Barna- og ungdómsárini vóru buldralig heima í Molde. Halvvaksin meintu tey gomlu at best var at fáa hann til skips. Kjell Inge Røkke fór sum blaðungur til skips. Hann fekk onga útbúgving ádrenn hann fór, men við í skipssekkinum hevði hann dreymar um eina ljósa framtíð. Hann droymdi um at gerast sjálvbjargin, og kanska eisini um at bjóða teimum heima nøkur oyru tá túrarnir góvu nakað av sær.
Hvar dreymarnir skuldu føra hendan unga drongin var tað eingin sum kundi døma um. Sálvur dámar Kjell Inge at minna heimliga umhvørvi um hvør hann var. Tá hann fyri tveimum árum síðani bleiv valdur inn í Den Polytekniske Forening í Oslo kundi hann ikki lata vera við at siga:
- Hevði eg sagt við lærarin hjá mær í ungdómsskúlanum at eg einaferð skuldi gerast limur í Den Polytekniske Forening, so hevði hann rist við høvdinum og sagt at tað er óhugsandi at tað kann henda.
Sjómaðurin
Fyri føroyingar er tann ungi Røkke at sammeta við einhvønn ungan drong sum hevur stevnt til havs á ungum aldri. Manningarnar á línubátunum á Flemish Cap, sum hugna sær í Harbour Grace tá endiliga ein fríløta er í nánd, hava verið fullar av javnlíkunum hjá Kjell Inge Røkke.
Munurin er at Kjell Inge Røkke hevur gjørt nógvar ferðir meir við sínar dreymar enn nakar annar. Hann fór av stað uttan útbúgving og uttan pengar. Tá hann knøpp 15 ár seinni kom aftur til Noregs átti hann ein trolaraflota sum einsamallur hevði rættindi til at fiska 10 prosent av heimsins hvítfiskakvotum - serliga fiskasløg sum alaska pollock og tosk.
Røkke flutti til USA. Hann fór til skips við norskum báti í Kyrrahavinum. Hetta skuldi gerast byrjanin til milliarderin Røkke.
Í USA fekk hann møguleikan at seta pengar í fiskiskip. Hetta gjørdi hann, og løtan var tann rætta. Skipini fiskaðu gott og tey góvu nógar pengar av sær.
Røkke bygdi so upp ein trolaraflota sum skuldi gerast heimsins størsti innan hvítfisk. Við høvuðsstøð í Seattle í statinum Washington bygdi hann upp felag sítt sum eisini fór at takast við annað virksemi. Millum annað keypti hann nógvar ognir og hús. Yvirskoti frá trolarunum bleiv sett í onnur virðir sum kundu geva enn meir í pengakassan tann dagin hesi vóru seld.
Kjell Inge Røkke bygdi upp feløg síni við kønari hjálp frá vinmanninum Bjørn Rune Gjelsten. Teir kendust frá barnaárum av. Gjelsten er ikki longur við í aðalleiðsluni hjá Kjell Inge Røkke. Gjelsten valdi at fara fyri seg sjálvan, og klárar seg væl í dag. Røkke og Gjelsten eru framvegis vinmenn, og hava millum annað ítróttaráhugan felags.
Meðan Røkke og Gjelsten vundu pengar burturúr alaska pollock og húsasølum í USA var tað nærum eingin heima í Noregi sum vistu um hesar jassarnar.
Graml um ein ríkan sjómann
Meðan Noreg fótaði sær aftaná fólaatkvøðuna um ES-limaskap í 1994 kom av álvara gongd á orðaskifti um globaliseringina. Serliga varð lagt til merkis at tað vóru nógv úti í heimi sum vunnu sær nógvar pengar gjøgnum at keypa stórar fyritøkur og so selja tær víðari í smáum pettum.
Um hesa tíðina fóru søgur at ganga um Røkke og hansara fyritøkur. Nógv vóru bangin fyri at tann dagin hann kom heimaftur til Noregs, og fór at brúka pengakassan hjá sær, so kundu norðmenn av álvara óttast fyri arbeiðsplássunum.
Gramli um tann ríka sjómannin spjaddist og bráddliga ein dag so stóð Kjell Inge Røkke í Noregi við pengakassanum. Hann boðaði frá at han nú ynskti at seta pengar í norskar fyritøkur.
Hetta var ein óvanlig støða. Ongantíð áður hevði nakar so bragdliga givið teimum gomlu kapitalistunum í Noregi boð um at nú noyddust teir at fáa betri úrslit, ella so kundi Røkke keypa teir út av fyritøkunum.
Tey sum serliga kundu óttast hendan ríka mannin vóru bankarnir og tryggingarfeløgini sum nærum høvdu einkarrætt til nevndarsessir í teimum stóru fyritøkunum.
Ídnaðarmaðurin
Kjell Inge Røkke var ikki tann ræðuligi kapitalisturin sum bara vildi súgva pengar úr norska vinnulívinum.
Røkke gjørdi beint øvugt av tí fleiri óttafull høvdu rokna við. Hann kom ikki bara inn og tók pengarnar og flutti teir á eina konto í einum skattaparadísi onkrastaðni. Nei Røkke flutti sálvur aftur til Noregs, og han tók feløgini við sær heim. Í dag stýrir hann fyritøkunum og virkseminum úr Noregi.
Hvussu stór virðir Kjell Inge Røkke eigur er ikki lætt at finna út av. Norsku fjølmiðlarnir plaga at leggja saman tølini fyri tey ymsu feløgini sum hann eigur og koma fram til tøl sum liggja millum tvær og seks milliardir norskar krónur. Tá hann flutti aftur til Noregs fyri skjótt tíggju árum síðani hevði hann tvær milliónir við sær. Í januar 2002 var hendan ognin økt til knappar seks milliardir. Keypi av Kværner gjørdi at virði aftur fall niður móti tveimum milliardum. Uttanum hesa upphæddini skal ein rokna við tí hann eigur sum privatpersónur. Tann upphæddin hevur ongin rættuliga fingið innlit í.
Tá Kjell Inge Røkke kom heimaftur bleiv hann kallaður ein "turbokapitalistur" ið ikki hugsaði um annað enn sín egna pengapung.
Hetta passar uttan iva framvegis, men samstundis kemur ein ikki uttan um at hann hevur prógva at hann eisini dugir at leggja til rættis fyri framtíðina.
Tá tær stóru norsku fyritøkurnar Aker og Kværner av álvara fingu fíggjarligar trupulleikar var tað bara Røkke sum vildi seta pengar í fyritøkurnar. Fyrst keypti hann seg inn í Aker, og aftaná nakrar fáar mánaðar sat hann á so nógvum partabrøvum at hann kundi keypa restina út.
Við Aker-keypinum fekk Røkke eitt gott fótafesti í Noregi, og hann kundi nú brúka nýggju ogn sína Aker RGI til at koma inn aðrastaðni.
Tað gekk ikki long tíð, so var Røkke aftur úti og keypti inn. Hesaferð var tað størsta norska fyritøkan innan skipasmíð, Kværner.
Kværner var á veg út í heim og skuldi gerast ein altjóða fyritøka. Ætlanin miseydnaðist og í staðin noyddist fyritøkan at selja burturav og fyritøkan bleiv broytt nógv. Tá bankaði Kjell Inge Røkke á dyrnar og vildi keypa alla fyritøkuna.
Starvsfólkini í Kværner som í áravís høvdu stríðst við eina leiðslu sum stongdi virkir og skipasmiðjur í Noregi gjørdist í øðini tá tey hoyrdu um áhugan frá Røkke. Tey bardust manniliga fyri at sleppa undan honum.
Men Kjell Inge Røkke elskar kapping, og Kværner-mótstøðan passaði honum gott. Hann yvirtók Kværner og stovnaði Aker Kværner.
Tá hetta var komið uppá pláss lat hann seg í tey appelsingulu arbeiðsklæðini hjá Kværner-starvsfólkunum og fór inn í arbeiðshøllina hjá Kværner Rosenberg í Stavanger. Her arbeiðir Eldar Myhre, fakfelagsleiðari og oddafiskur í mótstøðuni móti Røkke.
Teir tosaðu saman, og aftaná tóku teir í hondina á hvør øðrum og lovaðu at standa saman fyri Kværner og framtíðini.
Aftaná segði Røkke at hann einki ringt hevði at siga um Eldar Myhre ella nakran annan av starvsfólkunum sum ikki ynsktu hann sum eigara.
- Eldar hevur staðið á odda fyri starvsfólkunum. Eg skilji væl at tey vilja berjast fyri sínum sjónarmiðum. Eg havi einki ímóti nøkrum av teimum sum starvast her, og saman skulu vit arbeiða víðari, segði Røkke.
Og Kjell Inge Røkke hevur veruliga gjørt nakað sum ídnaðaríleggjari fyri Noreg. Bæði Aker og Kværner vildu í dag verið farnar á heysin ella seldar í bitum til áhugaði.
Í staðin hava feløgini fingið ein eigara sum torir at satsa uppá skipasmíð, oljuídnað og annað framkomið innan hesi økini.
Vanligt er at slíkar fyritøkur ikki megna kappingina móti teimum bíligari londunum. Men Røkke er ikki sum onnur. Hann leitar eftir øllum møguleikum og ger neyðugu broytingarnar fyri at fáa virksemi til at bera seg.
Hann sigur m.a. at lønarlagið einki hevur at siga. Hann kann gott rinda eina góða løn. Spurningurin er hvat hann fær afturfyri hesa lønina. Við hesum í huganum hevur hann kunna bygt nýggja Skálaberg á Kimek-skipasmiðjuni í Kirkenes.
At hann fær sømdir sum ikki øll fáa var týðuligt tá hann fyri stuttum fekk milliónir av euro at rulla tá hann tryggjaði Kværner Masa Yards í Finlandi eina framtíð. Kjell Inge Røkke fekk finsku stjórnina at góðtaka krøvini sum skipasmiðjan hevði.
Ítróttarmaðurin
Kjell Inge Røkke dámar at kappast. Hann hevur keypt fótóltsfelagið í heimbýnum Molde - har Jákup Mikkelsen spældi. Hann lat heimbýnum nýggjan fótbóltsvøll fyri fleiri hundra milliónir krónir.
Og sum um ikki tað var nokk so keyptu Røkke og Bjørn Rune Gjelsten fyri nøkrum árum síðani bretska fótbóltsfelagi Wimbledon. Røkke er ikki longur við í Wimbledon, men Gjelsten er framvegis ein av eigarunum.
Tað sum Kjell Inge sálvur hevur gjørt nógv burtur úr er Offshore HM. Hesir skjóttgangandi bátarnir har skrúvan nærum er tað einasta sum er í sjónum. Hetta ítrivi høvdu Røkke og Gjelsten til felags. So teir keyptu hvør sín bát og luttóku í HM í fleiri ár.
Røkke valdi at gevast fyri knøppum ári síðani, men Bjørn Rune Gjelsten kappast framvegis og kann gerast heimsmeistari enn einaferð í ár.
Stríðist fyri sínum
Óansæð hva tein heldur um Kjell Inge Røkke so er ikki at koma uttanum at hann fær fyritøkurnar hjá sær til at bera seg. So tá Røkke hevur fingið gott eyga á eini fyritøku so kann ein vera vísur í at hann stríðist av øllum alvi fyri at fáa fyritøkunum at bera seg.
Hetta eru bæði Aker og Kværner lýsandi dømir um.
Fyri føroyingar vera spennandi at síggja hvussu leingiu hann vil vera við í Næraberg-ætlanini ella um hann vil seta meir pengar í føroyska fiskivinnu.
Og finna vit olju á landgrunninum, so kemur Røkke og bjóðar fram Aker Kværner.