Úr øllum heraðshornum

Ørgrynna av týðandi fólki, sum fæst við fiskivinnu í Norðuratlantshavi, hevur verið á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum

 

Stóra ráðstevnan um umhvørvisvernd og burðardygga fiskvinnu, sum hevur verið í Norðurlandahúsinum hódagin og fríggjadagin, savnaði nógvar týðandi fiskivinnupersónar.

Ráðharrar, granskarar, embætismenn, professarar, tingfólk og fjølmiðlafólk úr nógvum londum hava verið á ráðstevnuni, sum bjóðaði fyrilestrar og kjak um umhvørvi og fiskivinnu.

Løgmaður og fleiri landsstýrismenn hava hildið til í Norðurlandahúsinum farnu tveir dagarnar, og her hava teir hitt starvsfelagar úr Noregi, Íslandi og Skotlandi.

Bæði hósdagin og fríggjadagin vóru fyrilestrar á skránni, og millum tey, sum hava havt fyrilestur, eru Mark Kurlansky, rithøvundur úr USA, Bogi Hansen, granskari, Steffen Smidt, aðalstjóri fyri fiskivinnunevndina hjá ES, og Ragnar Árnason, professari úr Íslandi.

Sjálv ráðstevnan endaði seinnapartin í gjár, men tá varð fundarfólki boðið umborð á nýggja vaktarskipið, Brimil, har Jørgen Niclasen var vertur.