Mentanarhúsið Harpan í Reykjavík dregur nógv fólk til sín kring úr heimi, og sagt verður í Íslandi, at eini 100.000 fólk koma úr øðrum londum um árið - bara at síggja Hørpuna. Ein føroyingur, sum hevur sungið opera í Hørpuni, er Rúni Brattaberg, sum í vikuni fekk Mentanarvirðisløn Landsins á 150.000 krónur.
In.fo vitjaði í Hørpuni í seinnu hálvu av november síðsta ár, tá Rúni Brattaberg var við í stórari framførslu. Stóri salurin tekur eini 1500 fólk og sýningin, sum vit vóru við til, var ein eykasýning, tí fullsett hevði verið til allar framførslurnar undanfarnu sýningar.
Hetta kvøldið í Hørpuni var eisini pápi Rúna Brattaberg, Árni Brattaberg, og lýddi á, og viðhefta mynd er tikin beint eftir sýningina, ið tilsamans vardi einar tríggjar tímar. At síggja Hørpuna og at uppliva eina so stóra konsert saman við Rúna Brattabergi og mongum øðrum góðum sang-og tónleikakreftum, var eitt velduga stórt upplivilsi.
Vit spurdu Rúna Brattaberg, hvussu nógv tey høvdu vant til stóra konserttiltakið.
- Eg havi verið í Íslandi í sjey vikur og vant. Hetta er ein ógvuliga trupul leiklutur. Sum tú sást, var eg ikki serliga leingi inni á pallinum, kanska eitt korter tilsamans. Eg hevði leiklutin sum ein generalur, sum arbeiðir í herinum. Tað merkir, at eg havi eina øgiliga makt. Men, hesin generalurin hevur funnið eina unga konu, sum hann elskar yvir alt.
Rúni Brattaberg segði, at tað er her, at leikluturin hjá honum er ógvuliga trupul, tí generalurin skal skifta ímillum at vera ein ógvuliga myndugur persónur - til at vera ein ógvuliga kærleiksfullur ”figurur”.
- Her var eingin upptakt. Tú kemur inn á pallin, og arian er har beinanvegin. Hetta er ein ógvuliga fín aria, og eg haldi sjálvur, at tað gekk ógvuliga væl, og soleiðis havi eg eisini skilt tað á teimum afturmeldingunum, eg longu nú havi fingið.
Rúni Brattaberg segði, at hann arbeiðir fast í Leipzig í Týsklandi, og her fær hann løn hvønn mánaða fyri at syngja 15 kvøld um árið. Tað, sum hann fær pengar fyri í Leipzig, er Wagner, og hann hevur ein sáttmála, sum næstan bara er fyri tað.
Men, hvat hevur røddin hjá honum, sum aðrir bassar ikki hava?
- Eg havi eina ógvuliga djúpa og stóra rødd sum bassur, og so er tað eisini ”typurnar”, sum hugt verður eftir, tá talan er um leikir, sum tað ofta er í slíkum framførslum, sum tit sóu í Hørpuni í kvøld.
Hvussu frammarlaga ert tú millum tínar líkar her um okkara leiðir?
- Eg trúgvi, at innan tað, sum eg fáist við - tað, sum fevnir um Wagner - teljist eg ivaleyst millum fimm teir mest eftirspurdu í Evropa. Tað er serliga seinastu tvey árini, at hetta er komið til sjóndar, segði Rúni Brattaberg, sum í vikuni fekk Mentanarvirðisløn Landsins.