Rúni og Herluf spæla jazz á Hvonn

Týskvøldið verður eitt øðrvísi jazz kvøld á Hvonn í Havn. Hesaferð fara nevniliga Rúni Eysturlíð og Herluf Lutzen at leika saman. Hølið hevur eisini fingið nýtt ljóðanlegg. Hesir eru báðir sera dugnaligir jazz guitaristar. Harafturat syngur Herluf eisini nøkur løg. Hetta er fyrstu ferð at bert tveir guitarleikarar spæla saman á Hvonn. Herluf hevur ongantíð áður spælt har, men Rúni hevur áður spælt við m.a Sigrid Rasmussen, ella Sigrey, ið hon eisini verður rópt. Eisini hevur hann verið Jazz DJ. Sum sagt so eru báðir sera royndir og dugnaligir tónleikarar hvør sær, og tað verður sera spennandi at hoyra, hvat hesir báðir megna saman.

Hvonn hevur eisini gjørt stórar íløgur í livandi tónleik. Staðið hevur ognað sær eitt sera gott og snøgt ljóðanlegg av slagnum Bose L1, ið ongantíð áður er sæð ella hoyrt í Føroyum. Á myndini sæst anleggið uppsett.

Eisini hevur Hvonn keypt eitt ótrúliga flott og vælljóðandi Yamaha Modus H01. Hetta eitt el-klaver. Teir klaverleikarar, ið hava roynt tað siga hetta vera besta el-klaver, teir nakrantíð hava leikað á.

 

Tónleikurin byrjar áleið kl 21. Um undanfarnu kvøldini eru at meta eftir, verður sera nógv fólk á Hvonn, so best er at koma í góðari tíð, um ein ynskir sitipláss.

 

Tað er Hvonn, tað er Jazzur, tað er tað, sum fyrireikararnir taka til.